Jóannes Eidesgaard
Tey sýna dirvi, tey samkyndu, sum tora at standa fram og siga frá, hvat tey mugu tola, orsakað av at tey eru samkynd. Frásagnir, ið fáa fleiri okkara at drýpa høvur í skomm. Tí at verða settur í almennan gapistokk vegna val, sum hoyra privatlívinum til, er ein leivd frá svartastu miðøld.
Eg var skelkaður og vónbrotin, tá eg tórskvøldið í farnu viku las um ungan mann, sum ikki fær frið at ganga í býnum, men verður háðaður og niðraður, av tí at hann er samkyndur. Hetta vísti seg ikki at vera einasti tilburðurin av jagstran og forfylging hetta eina og sama vikuskifti. Tað fer mær kalt niður eftir bakinum, tá eg hugsi um, at tað finnast fólk, sum uttan at himprast kunnu skerja frælsið hjá øðrum, uttan at tað fær stórvegis fylgjur. Eg kenni ein djúpan ótta langt inn í sálina. Ein ótta fyri, at tað frá almennari síðu verða send út signal um, at tað er heilt í lagi at halda, at tey, sum eru samkynd, ikki hava sama status sum hini í hesum samfelag. Hesin vandi er eyðsýnt til staðar, tá hugsað verður um, at nakrir av okkara mest sjónligu politikarum ikki aftra seg at hava almennar meiningar um tey samkyndu. Meiningar, sum ikki fjala, at hesi verða minni vird enn hinkynd. Tey verða koyrd í bás, sum nøkur, ið bera seg skeivt at. Hann kasti fyrsta steinin, sum metir seg vera reinan!
Sum eg fleiri ferðir áður havi sagt, so meti eg avgjørt, at tey samkyndu eiga at verða vard eftir § 266 b í revsilógini, soleiðis at forboðið ímóti at fremsætte udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse eller tro, eisini kemur at fevna um kynsligan samleika.
Tíverri varð uppskotið um at víðka § 266 b við stórum meiriluta felt í Løgtinginum í fjør. Í løtuni eru útlitini vánalig fyri at fáa broytt hesa lógargrein, men eg ivist ikki í, at framtíðar politikarar fara at ásanna, at tað er neyðugt.
Tíðin er langt síðan búgvin at bróta øll tabu kring evnið samkynd og heldur tosa opið um málið. Samkynd hava altíð og fara altíð at vera partar av okkara samfelag. Bert gjøgnum opinleika og vitan sleppa vit av við snævurskygdu fordømingina, og her eiga vit politikarar at ganga á odda við at siga: Eingin er minni verdur enn annar. Samkynd og hinkynd eru líka góð. Felagsnevnarin má vera, at vit eru øll menniskju. At vit eru borgarar í hesum landi. At vit øll eru javnsett, hóast vit øll bera frávik - so ella so. Og at hvør okkara sjálvur tekur ábyrgd av, hvussu vit velja at liva.
Ótolsemi er eftir mínum tykki hitt fremsta teknið um veikleika, og at ein ikki stendur nóg trygt í egnari hugsjón. Tí ger ein tað, hevur ein virðing fyri, at onnur velja eitt heilt annað lív, og at tað er teirra privata val.
Lat meg enda við at siga, at tað harmar meg eisini almikið, at vit frætta úr okkara egna ítróttarheimi, at háðan og niðrandi orð verða nýtt ímóti spælarum av øðrum uppruna.
Óskiljandi, at slíkt kann henda ímillum sunnar og frískar ungdómar. Hetta er eitt sera ódámligt rák, sum vónandi ikki fær fastatøkur her á landi.