Hans heldur fram sum formaður

Hesi bæði næstu tvey árini fer formaðurin í Havnar Arbeiðsmananfelag framvegis at eita Hans Joensen.

Tað er greitt, nú freistin at stilla upp til formansvalið í Havnar Arbeiðsmannafelag, er farin.

Felagið hevur aðalfund í mars og har er formansval á skránni.

Freistin at stilla upp var úti á nýggjárinum og tá ið freistin var farin, var onki uppskot innkomið.

Sostatt heldur Hans Joensen fram uttan atkvøðugreiðslu.

Hvørt valskeið er tvey ár og sjálvur sigur Hans Joensen, at hann er sinnaður at taka eitt valskeið afturat.

- Eg havi nógv upp á hjartað, tí eg eri púra greiður yvir, at framvir verður tað neyðugt at fylgja gongdini á arbeiðsmarknaðinum serstakliga nágreiniliga.

Eitt, hann hugsar um í hesum sambandi, er fakfeløgini mugu vera á varðahaldi at forða fyri, at útlendsk arbeiðsmegi kemur higar at arbeiða fyri undirløn.

Men Hans Joensen dylir ikki fyri, at hann kundi hugsað sær, at samstarvið ímillum fakfeløgini var nógv sterkari, ikki bara í hesum sambandi, men sum heild fyri at verja tað, feløgini hava vunnið, sum hann tekur til.