Hans Jákup við nýggjari bók um Sjúrð og ormin

Teknirøðin Sjúrður og orm­urin er komin í bóka­búðirnar í Havn og Runavík

Hetta er onnur bók, sum Petur Prent Mikkelsen hevur teknað, og Hans Jákup Mikkelsen hevur skriv­að. Hon er framhald av bókini, ið kom í fjør.

 

Teknirøðin er um, tá Tróndur verð­ur høvdingi og Sigmundur fødd­ur. Hon greiðir frá Hovgrími í Hovi, og tá Brestir og Hovgrímur møt­ast í Stóru Dímun. Hon nem­ur við Sjúrðarkvæðini og Brest­is­kvæði.

 

Hon byrjar við eini sam­bands­røðu sum Sigmundur Gøtuskeggi held­ur. Seinni í bókini er ein sjálv­stýr­is­tala hjá Tróndi.

 

Bókin lýsir eisini, hvussu lívið var í Hovi. Góðan lesihug, greiðir Hans Jakup Mikkelsen frá.

 

##med2##

 

##med3##