Hanus Simonsen, sum í løtuni avloysir sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, fer 1. august til Klaksvíkar at vera prestur í fimm mánaðir. Hanus Simonsen, sum í løtuni avloysir sum prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, fer 1. august til Klaksvíkar at vera prestur í fimm mánaðir.
Trúboðin skrivar, at tað er Jógvan Fríðriksson, bispur, sum metir, at tørvurin er stórur í Klaksvík, og tí hevur hann sett Hanus Simonsen at vera prest har árið út. Hanus hevur í umleið eitt ár verið avloysaraprestur fyri Berg Debes Joensen, sum er í farloyvi.
Bergur kemur aftur í starvið 1. august, og tá fer Hanus til Klaksvíkar at vera prestur.
? At seta Hanus sum prest í Klaksvík í fimm mánaðir, er eitt stig, sum eg og Stiftstjórnin hava tikið, og vit hava eisini tosað við kirkjuráðini á staðnum um hetta, og tey eru samd við okkum um hesa loysnina, sigur bispur.
Magnus Brahé Jørgensen, prestur, er sjúkrameldaður í løtuni, og hin presturin í Klaksvík, Niels Pauli Danielsen, verður 70 ár seinni í árinum. Báðir prestarnir skulu eisini hava feriu í hesum tíðarskeiðinum.