Harðari, myrkari og verri - Spider-Man 3

Kim Simonsen

 

Fólk skilja ikki, hvat er so gott við Spider-Man, Daredevil. Tað finst eitt orð at lýsa hetta: pína. Teir hava allir mist alt. Familjuna, hina elskaðu, sjónina og eru bitnir ella eitraðir av onkrum, ið gevur teim teirra øgiligu evni fram um onnur.

 

Her byrjar søgan um Spider-Man, sum um dagin er hin fitti og hampuligi Peter Parker - ein heldur gráur lesandi og freelanse fotografur, ið øll hálva vegna taka eitt sindur synd í - men um náttina sveiggjar hann seg millum háhúsini í New York, heimsins mest framkomna býi. Men eisini ein av heimsins ráastu býum.

Batman hevur sín Jokara. Daredevil sín Bullseye. Superman sínar ”larger than life”-óndu fanar at berjast við. Spider-Man sínar egnu fíggidnar sum Sandman, men mest seg sjálvan. Nógvar av hesum superhetjum eru genialar, tí tær bera júst sorgina í barmi. Tær hava longu mist alt, og eru tí ikki bangnar fyri nøkrum. Missurin av pápabeiggjanum ger Spiderman óndan eina løtu.

 

At temja sítt hatur

Í hesum filminum er Spider-Man alias Peter Parker, álopin av einum symbioti frá rúmdini, ið er hann nógv sterkari og vandamiklari, men eisini fær hann ringt við at temja sítt hatur og viljan til vald.

Superhetjur sum Spider-Man allar í vanda fyri at detta inn í óndskapin sjálvar, tí tær hava pínuna og tað demoniska í barmi eisini. Tær eru fullar í avmakt, hatri og desperatión og fáa alt vald í leiklutinum sum superhetjur.

Sum so er eingin munur á Spider-Man og King Lear ella Hamlet, dananum – hetta duga fólk kanska ikki at síggja..

Spider-Man endar sum ein svartur eiturkoppur. Gamli vinurin Harry, hvørs faðir er Green Goblin, sum Spiderman hevur barst við, er eisini eftir honum, tí hann heldur, at Spider-Man hevur gjørt av við faðirin.

 

Vit eitt fer daman Mary Jane frá honum tí henni ikki dámar hendan nýggja svarta Spider-Man. Hon fer at fjastast við vinin Harry og við eitt er Spiderman hatursfullur og óreinur.

Tobey Maguire og Kirsten Dunst eru sera vælvald til leiklutirnar, men filmurin er alt ov langur (2 tímar og 19 minuttir), og millum annað tí er hann ikki so góður sum hinir.

Spider-Man hevnir seg, men sær at sorgin ikki hvørvur av hesum og sjálvt um temaið er gott, nemliga um fyrigeving, so er filmurin ikki serliga væleydnaður - ikki betur enn hálvgóður.

 

 

3 stjørnur av 6

 

Spider-Man 3

 

Peter Parker/Spider-Man Tobey Maguire

Mary Jane Watson Kirsten Dunst

Harry Osborn James Franco

Flint Marko/Sandman Thomas Haden Church

Eddie Brock/Venom Topher Grace

 

Leikstjóri Sam Raimi. Framførdur frá 3. mai í Havnar Bio. Áldursmark 11. ár. 139 minuttir.