Løgreglan í høvuðsstaðnum letur væl at vikuskiftinum, hóast rættiliga nógv fólk hevur verið í býnum.
? Vit hava tríggjar harðskapssakir, har persónar hava fingið frammaná. Bert í tí eina førinum hava vit ikki funnið gerningsmannin, sigur vakthavandi.
Ein bátur fór úr Nólsoy leygardagin, har menninir umborð vóru fullir. Tá teir komu til Havnar, stóð løgreglan fyri teimum.
? Tað er viðhvørt, at løgreglan tekur ímóti endanum, sigur vakthavandi og leggur afturat, at fyri uttan hesi dømini, hevur tað verið á einari leið í Havn um vikuskiftið.