Harðar spreingingar í Odessa í kvøld

Ukrainski býurin við Svartahavið er eftir øllum at døma raktur av fleiri rakettum, og eldur er í einari keypsmiðstøð.

 

Í kvøld skriva fleiri útlendskir miðlar um nýggj álop á ukrainska havnabýin, Odessa.

 

Talsmaðurin hjá býarstýrinum, Sergei Bratchuk, sigur, at rakettir hava rakt býin í kvøld.

 

BBC endurgevur talsmannin fyri at siga, at fimm bygningar eru oyðilagdir, og fimm fólk hava fingið løstir.

 

Kyiv Independent veit at siga, at fleiri harðar spreingingar hava verið í býnum við Svartahavið.

 

- Eldur er eisini í einari keypsmiðstøð av álopunum, verður lagt aftrat.

 

Odessa, sum er ein týdningarmikil havnabýur, er kendur sum "Svartahavsins Perla".

 

Í forstaðnum Juzjne er týdningarmikil altjóða oljuterminalur, og fólkatalið í Odessa liggur um eina miljón.