Harður streymur og umskiftandi veður

Trý ísfiskalínuskip koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

Trý ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum.

 

- Skipini koma inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at fimm frystilínuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.

 

Streymurin verður harður, og veðrið verður umskiftandi alla næstu viku.

 

- Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í vikuni sum kemur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.