Barnabøkur
Eftir tølunum hjá barnabókadeildini á býarbókasavninum í Havn at døma, er best umtókta føroyska barnabókin í løtuni er als ikki ein søgubók, men ein myndabók. Bókin ?Bókstavirnir? hjá Sigurð Joensen er føroyska barnabókin, ið er mest útlænt á barnabókadeildini fyri tíðina.
Tað vísir seg, at umsettar útlendskar bøkur, sum »Kennir tú Pippi Langsokk?« og bøkurnar um Álv eru nógv betur umtóktar enn barnabøkur, sum hava føroyskan rithøvund.
Á listanum yvir 10 tær best umtóktu føroysku barnabøkurnar eru ógvuliga fáar nýggjar barnabøkur við. Tað er rættiliga týðiligt, at gamlar bøkur, sum »Hanna og Hóri«, »Stina, Tina og Tummas« og »Trøllalív«, sum allar eru 15 ? 20 ára gamlar, eru betur umtóktar millum føroysk børn enn, til dømis bert eitt ára gamla barnabókin » r«. Tey siga av barnabókasavninum, at ofta er bíðilisti eftir nýggjum bókum, men tað er altíð ymiskt, hvussu nógv ein bók verður útlænt. Sum dømi hava bøkurnar um »Harry Potter« verið ógvuliga nógv eftirspurdar.
Hvussu tað ber til, at útlendskar barnabøkur eru so nógv betur umtóktar enn føroyskar, er ilt at vita. Ein grund kann tó vera, at tað koma ógvuliga fáar føroyskar barnabøkur út, og tí taka útlendsku barnabøkurnar yvir.
Vert at nevna er, uttan iva, at klassikarin um Pippi Langsokk er nógv best umtókta barnabókin yvirhøvur í Føroyum í løtuni ? eftir útlánunum hjá barnabókasavninum at døma. Á einum lista yvir tríggjar tær mest læntu barnabøkurnar eigur Pippi bæði fyrsta og triðja plássið. Sterka gentan úr Svøríki er langt fremst.