Hartar donsku stjórnina fyri handfaringina av radaranum

Fólkatingslimurin Christian Juul skilir væl, at summir føroyingar eru argir inn á danir, nú radarin á Sornfelli var partur av kunngjørda Arktis-pakkanum

Tað er respektleyst at gera føroyingar og grønlendingar til gestir í sínum egnum landi. Hetta sigur danski politikarin Christian Juul, sum situr á fólkatingi fyri Eindarlistan. 

Í einum kjakinleggi á Altinget.dk, sigur hann seg væl skilja, at kjak er millum føroyingar, nú tá danska stjórnin hevur kunngjørt ætlanirnar um at seta ein radara upp í Føroyum, áðrenn føroyingar hava samtykt hetta endaliga.

– Vit hava annars ta óskrivaðu reglu í Fólkatinginum, at vit taka ikki avgerðir, sum viðvíkja Grønland og Føroyum, áðrenn tey hava havt møguleika fyri sjálvi at viðgera málið í teirra parlamentum, skrivar Christian Juhl, sum undrast á, at forsætisfrú Mette Frederiksen ferð eftir ferð hevur sagt, at Grønland og Føroyar skulu takast meira upp í, tá umræður trygdar- og uttanríkispolitikk.

Hann heldur forrestin, at hesar 1,5 milliardirnar, sum samlaði kapacitetspakkin kostar, heldur áttu at verið brúktar upp á at grøn átøk.