Framleiða eins nógva orku sum øll vatnorka í Føroyum

Vindmyllulundin á Gellingarkletti er nú klár at framleiða streym til øll húsarhald í Føroyum. Fríggjadagin verður hátíðarhald á Gellingarkletti

Hetta vilja eigararnir Effo og Røkt hátíðarhalda.

 

– Í sambandi við verkætlanina hevur tað verið samstarvað millum sera nógvar ymiskar aktørar í Føroyum og uttanlands. Arbeiðið hevur gingið sera væl, og vindmyllurnar framleiða nú streym inn á netið og út til allar føroyingar, skrivar Effo og Røkt í tíðindaskrivið í kvøld.

 

– Vindmyllurnar á Gellingarkletti eru størstu vindmyllurnar í Føroyum, og er hetta Føroya størsta einstaka stig móti einum burðardyggari Føroyum, skriva feløgini.

 

– Vindmyllulundin kann framleiða líka nógva orku sum øll vatnorka í Føroyum. Vindmyllulundin flytur Føroyar enn longur fram á grønu kósini, og framleiðir hon 25% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum.

 

Effo og Røkt bjóða til almenna móttøku fríggjadagin 2. desember klokkan 14 í tøknibygninginum uppi á Gellingarkletti. Kom og síggj risastóru og orkumiklu vindmyllurnar tætt við.

 

 

 

Fakta

 

Hvat: Føroya størsta vindmyllulund

 

Eigari: Effo og Røkt

 

Veitari: Vestas

 

Slag: V-117

 

Máttur: 4.2 MW hvør

 

Tal av myllum: 6

 

Stødd: Tornið á hvørjari vindmyllu er 91,5 metrar høgt og veingjaspennið 117 metrar. Hvør vindmylla vigar 450.000 kg og fundamentið 2.000.000 kg

 

Samlaður framleiðslumáttur: 25,2 MW

 

Árlig elframleiðsla: 100 GWh (100 mio KWh)

 

Grønur streymur: Vindmyllulundin kann veita øllum húsarhaldum í Føroyum grønan streym og, økir tað føroysku grønu elframleiðsluna 25 prosentstig.

 

CO2 lækking: 20.000 tons av tungolju svarandi til eina minking á 62.000 tons CO2 um árið