Hátíðarligt at ganga skrúðgongu

Skrúðgongan á ólavsøku er hátíðarlig og ein góð byrjan upp á nýggja tingsetu, siga tvey løgtingsfólk, sum í fjør gingu skrúðgongu á fyrsta sinni

Ein av stóru løtunum á ólavsøku er, tá ið tingfólk, prestar, landsstýrisfólk og embætisfólk ólavsøkudag ganga skrúðgongu í Havnar kirkju til gudstænasta, og síðani niðan aftur á Vaglið, har kórsangur er. Í stýrisskipanarlógini er ásett, at løgtingið á ólavsøku fer undir nýtt tingár, og klokkan 13 ólavsøkudag verður løgtingið sett, og løgmaður heldur ólavsøkurøðuna.

 

Tvey løgtingsfólk, sum í fjør gingu skrúðgongu fyri fyrstu ferð, halda, at talan er um eina heilt serliga løtu.

 

– Eg havi ofta sæð skrúðgonguna og verið til hana, men í fjør var fyrstu ferð, at eg var partur av henni. Tað var ein sera hátíðarlig og hugnalig løta, og hetta er ein góður máti at byrja nýggja tingsetu. Fyri meg hevur tað eisini týdning, at tað andaliga og tað politiska finna saman, og tað ger tað hendan serliga dagin, sigur Jaspur Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

 

– Tað, sum eg ikki visti, áðrenn eg luttók í fjør, var, at tingfólkini ganga í røð eftir eftir, hvussu leingi tey hava sitið á tingi, og tí gingu vit nývaldu aftast í skrúðgonguni.

 

– Í fjør vóru avmarkingar orsakað av koronu, og soleiðis verður aftur í ár, og tað ger, at tann fólksligi parturin manglar eitt sindur. Vit sótu í góðari frástøðu frá hvørjum øðrum í kirkjuni, og tað kendist øðrvísi. Tað var gott at koma niðan á Vaglið, har kórsangur var, og fleiri fólk vóru til staðar. Kórsangurin ger løtuna sera hábærsliga, og vónandi kunnu fólk næsta ár eisini sleppa inn í løgtingið at verða partur av hesum serliga degi. Eg gleði meg til at uppliva skrúðgonguna uttan avmarkingar orsaka av koronu, sigur Jaspur Langgaard.

 

Hervør Pálsdóttir, sum var vald í løgtingið fyri Tjóðveldi á seinasta vali, gekk eisini fyrstu skrúðgonguna í fjør.

 

– Eg havi hugt eftir skrúðgonguni í sjónvarpi, og tað var stuttligt at fáa høvi til at vera við. Tað er ein góð traditión, at nýggja tingsetan byrjar á ólavsøku við einari flottari seremoni, sigur hon.

 

– Tíverri ávirkaði korona tiltakið í fjør og fer helst eisini at gera tað í ár, og tí hava vit nýggju tingfólk ikki enn upplivað skrúðgonguna, sum hon kann verða, tá ið ongar avmarkingar eru. Men hetta er ein hábærslig skrúðgonga, sum skapar nýggjar traditiónir fyri meg, sigur Hervør Pálsdóttir.

 

Fram til miðskeiðis í 1990’unum, tá ið nýggj stýrisskipanarlóg varð samtykt, gingu løgmaður og ríkisumboðsmaðurin fremst í skrúðgonguni – eftir teir gingu løgtingsformaður og biskupur og síðani hini fólkini. Nýggja stýrisskipanarlógin ásetti, at løgtingsformaðurin hevur hægstu tign, og tí skuldi hann flytast fram í fremstu røð, og tá mátti ríkisumboðsmaðurin víkja fyri løgmanni.

 

Eftir ósemjur og fleiri broytingar í skrúðgonguni næstu árini, loysti Finnbogi Ísakson í 1998 gordiska knútin. Hann var nýggjur løgtingsformaður, og hann gjørdi av, at skrúðgongan skuldi skipast í trimum røðum. Løgtingsformaðurin skuldi ganga í miðjuni við tingfólki eftir seg. Høgru megin skuldi løgmaður ganga við landsstýrisfólki og embætisfólki aftaná. Og vinstru megin skuldi biskupur ganga við dómpróvsti og prestum í hølunum. Tað var eisini Finnbogi Ísakson, sum heitti á politikarar um at ganga skrúðgongu í føroyskum búna.

 

Finnbogi Ísakson segði í 1998 við Sosialin, at soleiðis skuldi skrúðgongan verða, so leingi hann var løgtingsformaður. Skrúðgongan er nú 23 ár seinni skipað á júst sama hátt.

 

Tá ið Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður ólavsøkudag hevur sett løgtingið og sett hol á nýtt tingár, fær Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, orðið. Hann heldur tá lógarásettu løgmansrøðuna, og hann skal halda seg til uppgávuna, sum er sett honum í stjórnarskipanarlógini.

 

Løgmaður skal greiða frá støðu landsins og tí, sum landsstýrið ætlar sær at fremja. Hetta er onnur ólavsøkurøðan hjá Bárði á Steig Nielsen.