Hátíðarløta fyri starvsfólkum

Dagurin byrjaði við, at borgarstjórin beyð vælkomin og eftir handan av gávum fyri trúgva og drúgva starvstíð, varð bjóðað til morgunmat á kommunuskrivstovuni. 

Í morgun hevur hátíðarhald verið fyri starvsfólkum hjá Hvalbiar kommunu, har Snorri Nónfjall fekk fráfaringargávu, nú hann vegna aldur er givin sum kommunumaður.

 

Aðrir, sum vórðu heiðraðir fyri tænastu hjá kommununi í morgun, vóru Niclas Sigurheim, kommunumaður, fyri 25 ára starvsdag, Claus Olsen, sum húsavørður í Hvalbiar skúla í 15 ár, Jonhard Thomsen, sum kommunumaður í 20 ár - og Hallur Jensen, ið tekur sær av at halda fríøkini í Hvalba, fyri síni 25 ár hjá kommununi.

 

Dagurin byrjaði við, at at borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, Janus Thomsen, bjóðaði vælkomin, og vegna kommununa takkaði hann fyri trúgva og drúgva tænastu, eins og hann handaði gávur. Eftir hetta varð bjóðað til morgunmat á kommunuskrivstovuni. 

 

##med2##