Hattarvíkar kirkja 100 ár

Yrking

Aftur í søguna at fara

er ikki sum at siga tað bara.

Har vit einki vita,

hava vit lyndi til at gita.


Tá vit í Halgubók lesa

hoyra vit søguna hesa:

At andin yvir vøtnum lá,

áðrenn tú hesar oyggjar sá.

Men hvat vita vit við vissu um lond

frá skaparans hond ?


Frá sagnum hava vit mynd,

at Fugloyggin rak fyri vág og vind,

hetta hildu menn vera synd,

tí vøkur var hvør lind

frá fjøru til fjallatind.


Tessvegna menn brúktu megi mesta

hesa flotoyggj í botn at festa

við snildi teir bóru so í band,

at tveita stál upp á land.


Men har var einki at gera,

ein kundi líka so gott lata vera,

tí fram við bakka stóð riðil av trøllum,

sum loftaðu øllum.

Alt, ið kom á land, varð á bláman tveitt

alt fyri eitt.


Soleiðis rak oyggin til og frá

eins og friðleyst oyggjastrok má,

inntil prestarnir boðsendir vóru

og til arbeiðis fóru.


Ein dagin oyggin kom uttan av havi,

teir hálshvítu fingu tað strævið.

Tá teir vøkru sjónina sóu,

teir út til oynna róu,

óivað teir eisini bóðu.

Á hjørtum teirra lógu

ynskir um eydnuna góðu.


Teir seg ei spardu,

teir stardu og stardu

hesir væl lærdu.


Teir vistu,

at um teir oynna úr eygsjón mistu

var vandi á ferð

fyri miseydnaðari gerð.


At enda teir komu oynni so nær

at til bar

hjá einum presti at taka

eina bíbil og hana blaka

á land har

og fast var.


Prestarnir, ið jú duga gand,

fóru síðan upp á land.

Og kunnu vit teim almikið takka,

og teir megnaðu trøllini á bakka,

at ganda um til túgvur,

um søgnin ikki lúgvur.

Hesar túgvur, ið tú enn finnur,

okkum um hetta minnir.

? ? ?

Her hava vit frætt,

at eitt er søgn,

men hvat er satt?

? ? ?

Satt er,

at kirkjur hava verið her,

men nær,

teir bygdu tær,

og tann fyrsta liðug var,

kann eingin siga mær!


Nei, ringt er at tíðarfesta,

hóast ein ger sítt besta.


Og tú eigur heldur onga trygd

fyri, hvussu kirkjan veruliga var bygd

fyrr enn

Fríðrikur 4. til Føroya sendi menn

til millum annað

hetta at kanna.

1709 er árstalið rætta,vit um hetta frætta.

(Tað var so hatta!)


Tað vil taka alt ov langa tíð

at nevna alt um hetta kirkjusmíð.

Hvussu mátini vóru

í sjálvari kirjuni og innar í kóri,

og ikki minni,

um, hvat ið tú á sinni

fann í kirkjuni inni.


Men vit vita í hvussu so er tað,

at kirkjurnar vóru gjørdar av grót og flag,

og at tekjurnar tá

vóru av strá.

Tí mátti ein sær væl í minni leggja,

at kirkjan, bæði innan- og uttanveggja,

mátti umsitast bæði virðiliga og væl,

annars stóð livitíð hennara upp á spæl.


Í bókini »Teir byggja land« kunnu vit lesa

um kirkjuna á Kirkju í 1820 ? frágreiðing hesa,

at kirkjan har

í sera ringum standi var

og trongdi harðliga

til at umvælast snarliga.


Bátavanlukkan í 1818 gjørdist sera svár,

ikki bert runnu sorgartár,

men hetta tók stuðlarnar undan Kirkjubygd fyri mong ár,

og er hetta sagt stutt,

høvuðsorsøkin til, at kirkjan til Hattarvíkar varð flutt.


Ikki lætt at vera smiður,

tí úr Havn skuldi førast allur viður.

Hetta var sum sagt neyðartíð,

men við strev og stríð

stóð kirkjan í Hattarvík liðug í 1833 (18-tríati og trý)


Nágreiniliga 100 ár gingu

áðrenn kirkjumenn aftur kirkju fingu,

á grundina gomlu teir hana settu,

trygt stóð hon ? eins og hin fyrra ? á hesum bletti,

grundað á trúðar-kletti.


Um vit Hattarvíkar søgu gjøllari kanna,

kunnu vit millum annað sanna,

at í katólskari tíð

hevur bønhús verið bygdini í.


Hetta bønhús stóð sum ein varði

uppi á Skarði.


Men ei verður sagt frá kirkjugarði!

Nei, við teim deyðu varð til Kirkjar farið.

Og har hevur verið mangt eitt knoss,

altíð ? fyrst upp á Kross,

síðan á Líkheyggin børa var sett,

til menn høvdu mett,

at teir, ið bóru,

høvdu rindað møðina stóru,

áðrenn tigandi fram teir leiðina fóru.


Um gomlu kirkjuna á hesum stað

vita vit lítið og einki á dag,

men eitt er søguliga satt,

havi eg frætt,

at har, hon stóð, hevði áður verið rætt.

Uppi í Húsi, ovast í bønum,

var hon bygd av hondum kønum.


Í 1834 ? í bestu summartíð

kom Føroya próstur at kanna hetta smíð

har hann skifti orð

við Andras í Suðurstovu og Sakaris har Norð.

Uttan var alt, sum tað átti at vera,

men innan ? var enn nógv at gera.

Skrivlig frásøgn tykist tíverri eingin at finnast,

men fleiri kunnu tó ymist minnast.


Sagt var

av onkrum, ið vitjað hevði har:

Inngongd og forkirkja var vestari endi,

ið mót Kellingará vendi,

og viðkomandi eisini segði,

at ovara síða var grótveggur,

ið eingin vindeygu hevði.


Tekjan var so lág,

at hana kundi ein seta seg á,

og á niðaru síðu tú 4 vindeygu sá.

Kórið var skildrað frá

við vælvaldum

vakurt útskornum snældum

og tó at tvey smá vindeygu har vóru

var myrkleitt innar í kóri.


Eingin kann minnast,

at nøkur altartalva mundi finnast.


Kirkjan var so lág,

at tá,

ið talvan gekk,

klokkarin hana fekk

upp á loftið til tey, ið sótu har

við at rætta hana yvir høvdið á sær!


Lágt var eisini tornið teir siga

við ongum stiga,

tí mátti klokkarin / eins og frægur

bakkamaður

bein og hendur brúka

fyri arbeiðið sítt at lúka.

Íðin í sínum yrki

ringdi hann trúliga til kirkju


Tann kirkjan, ið har stóð,

var við tíðini vorðin minni góð.

Tíðarinnar tonn, vindur og veður,

ávirkan hevur

og sítt krevur.


Í 1899 teir nýggja kirkju byggja

fyri kirkjunnar framtíð at tryggja,

slíkt kann ei á láni liggja.


Og nú gott hundrað ár á rað

hevur hon verið og er framvegis tað

stað

har deknur lesur lestur

ella tænari er prestur.

Har tú á hvørjum halgidegi

í sorg sum í gleði

kann finna linna

ugga, og megi

í Harrans orði

og við altarborðið.

? ? ?

Latum okkum at enda minnast undanfarnu ættarlið,

sum tóku hesu mongu umrøddu stig,

vit lýsa yvir teimum Guds frið.

Samstundis takka vit tykkum, ið tóku við,

sum hildu áfram í teirra anda,

sum vanligt er her til landa.

Latum okkum saman standa

og kirkju okkara verja

mót øllum, ið á hana herja

og vilja boðskap hennara skerja.

? ? ?

29. oktober í fjør, tá kirkjan fylti hundrað,

móti tað óivað onkran undra,

at kirkjan ikki helt føðingardag,

men hetta kom tíanverri ikki í lag,

orsøkir vóru av ymiskum slag.


Men so ár 2000 -9. (nígginda) í sjeynda

vit mong í Hattarvík lenda

at minnast dagin henda.


Vit leggja serliga merki

til hetta frálíka listarverkið,

gávuna stórbæru,

kirkjuni til heiðurs og æru,

altartalvuna, ið kórveggin prýðir,

har skapanin í huga fram stígur.


Øll góð ynski um Guðs signing.

Hjartaliga tillukku.





Erland Beder