Hattin av fyri vanligum bygdadreingjum

Alfred Olsen
Løgtingsmaður

Í samband við fyrispurningin í Løgtinginum mikudagin, um keyp og sølu av skipum/
fiskiloyvum, setti Tórbjørn Jacobsen spurnartekin við leiklutin og fíggjarliga førleikan hjá okkara vinnulívsmonnum, tí teir vóru bert "vanligir bygdadreingir".

Eg eri ósamdur við Tórbirni í hesi niðurgerð av vinnulívsmonnum okkara, tí eg veit, at nógv tann stórsti parturin av menningina innan okkara vinnulívið á sjógvi og landi, stavar frá dugnaligum vinnulívsmonnum, sum vóru/eru "vanligir bygdadreingir", og vinnulívssøga okkara prógvar hetta.

Vanligir bygdadreingir
Vinnulívssøgan okkara vísir, at teir sum byrjaðu og framvegis byggja vinnulívið her á landi, eins og tá tala er um skip og fiskivinnuna á sjónum, vóru og framvegis eru vanligir bygdadreingir, sum høvdu og hava hegni, dirvi og áræði til at fara undir vinnuligt virksemið her á landi, og tað eru teir og dugnalig arbeiðsfólk teirra, sum við fyritøkunum hava bygt hetta land til tað, tað er í dag, og vit kunnu gleðast um, at vit hava slíkar vanligar bygdadreingir og dugnaligt arbeiðsfólk á øllum støðum í Føroyum, frá Viðareiði til Sumbiar.

Høvdu vit ikki havt hesar bygdadreingir, hesar drívkreftir, ella eldsálir, og okkara arbeiðsfólk, so høvdu vit ikki tað fiskivinnu og vinnuliga lív í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Vágunum, Sandoy ella Suðuroy, sum vit hava í dag. Men nú hava vit slíkar framfýsnar vanligar bygdadreingir og gott arbeiðsfólk í Føroyum, og sum tingmaður fyri Sambandsflokkin, fegnist eg um hesar framskygnu og dugnaligu "vanligu bygdadreingir", sum fáa dyggan stuðul frá arbeiðsfólkinum á staðnum og fíggjarstovnum.

Blíva sjáldan ríkir
Felags fyri slíkar "vanligar bygdadreingir" er, at teir sjáldan skúma fløtan, men í nógvum førum sita teir eftir við ongum eftir lokið stríð. Óteljandi dømir eru tíverri um slíkar vinnulívsmenn. Men so eru aðrir "vanligir bygdadreingir" sum taka arvin ella trotabúgvið upp og halda fram har hinir sleptu, og eg taki hattin av fyri slíkum vanligum bygdadreingjum.

Tórbjørn Jacobsen.
Eg havi mett Tórbjørn at verði ein av hesum "vanligu bygdadreingjum", eisini út frá hansara aktiva leikluti í føroyskum vinnulívi, og eg vóni ikki at hann, bara tí at hann nú er fluttur til Havnar, broytist frá at vera ein " vanligur bygdadrongur" til at vera ein "havnardrongur" sum niðurgerð og lítisvirðir vinnulívsmenn úti á bygd, tí tað er við slíkum monnum vit í stóran mun byggja land.