Tað gongur strúkandi fyri tíðina við at skjóta mál hjá Real Madrid. Leygardagin vann Real Madrid ein 8-2 sigur á útivølli móti Deportivo La Coruna, og í kvøld vann Real Madrid 5-1 á heimavølli móti Elche.
Í báðum dystunum hevur stóra stjørnan á Real Madrid liðnum, Cristiano Ronaldo skotið nógv mál. Leygardagin fekk hann 3 mál, og í kvøld fekk hann heili 4 mál.
Undir dystinum í dag var tað samstundis eisini 28’indu ferð, at Cristiano Ronaldo hevur skotið hattrick í sínari karrieru.
Hitt málið í sigrinum í kvøld skeyt walisiski Gareth Bale.