Hattrick til Kyndil

Dreingir 16 hjá Kyndli vunnu sannførandi triðja steypagullið til grøna felagið í Havn

Í aldursbólkinum dreingir 16 vann Kyndil sannførandi 21-12 á H71. Hetta er triðja gullið hjá Kyndli hetta steypavikuskiftið, men tað fyrsta í dreingja deildini. H71 er mest vinnandi felagið hetta steypavikuskiftið við fjórða gull heiðursmerkjum.

 

Steypadagurin byrjaði við, at høllin á Hálsi var full, og dagurin endaði á sama hátt, tá dreingja liðini hjá Kyndli og H71 spældu seinastu steypafinaluna í hesum árinum.

 

Dagsins spælari gjørdist Bartal Klein Olsen hjá Kyndli.

 

Leygardagin 7. Februar:

Kvinnur: kl. 13.30 Neistin  – Kyndil (24-19)

Menn: kl. 16.00 Neistin – VÍF (26-25)

Dreingir: 18 kl. 18.00 H71 – StÍF (29-26)

 

Sunnudagin 8. Februar:

Gentur 10: kl. 12.50 Neistin – VÍF (9-6)

Dreingir: 10: 13.25 H71 – VÍF (10-7)

Gentur: 12: 14.00 EB – H71 (12-10)

Dreingir: 12: 14.55 H71 a – H71 b (23-12)

Gentur: 14: 15.50 H71 – Kyndil (14-13)

Dreingir: 14: 17.05 H71 – Tjaldur (22-11)

Gentur 17: 18.10 Stjørnan – Kyndil (12-15)

Dreingir 16: 19.25 Kyndil – H71 (21-12)