Haukar vunnu 4. hálvfinaluna - endaliga avgerðin fellir týskvøldið

Haukar vunnu á ÍBV aftaná longda leiktíð í fjórðu hálvfinaluni í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum

Tað er hørð orrusta millum føroyingaliðini, Haukar hjá Natasju Hammer og ÍBV hjá Ingibjørg Olsen um hvør teirra skal spæla finalu um íslendska meistaraskapið.

 

Í dag møttust liðini í fjórðu hálvfinaluni, ið var leikt á heimavøllinum hjá Haukum á Hafnarfirði. 

 

Aftaná vanliga leiktíð var støðan javnleikur 22-22, og so mátti longd leiktíð til. Haukar vóru greitt omaná í longdu leiktíðini, og vunnu dystin 29-26.

 

Støðan er nú 2-2 í samlaðu hálvfinaluuppgerðini.

 

Liðini hittast aftur úti í Heimey til fimtu og avgerandi hálvfinaluna komandi týskvøld. 

 

Natasja skoraði trý mál fyri Haukar og Ingibjørg skoraði eitt mál fyri ÍBV.