Eitt bjargingarlið hevur nú bjargað 75 líkum upp úr Air France-flogfarinum, sum datt niður í Atlantshavið á sumri í 2009. Tað sigur tann almenna tíðindastovan í Brasil við amerikanska sjónvarpið CNN.
228 fólk vóru í Airbus 330-flogfarinum, sum hvarv á veg úr Rio de Janeiro til París tann 1. juni í 2009. Vrakið varð funnið í síðsta mánað, og fyri trimum vikum síðani eydnaðist tað fjarstýrdum kavbátum at bjarga tí fyrsta líkinum upp úr vrakinum, sum liggur á næstan 4.000 metra dýpi.
Fyrr í mánaðinum vórðu teir svørtu kassarnir í flogfarinum bjargaðir, og serfrøðingar kanna nú, um kassarnir kunnu siga, hvat veruliga hendi, tá flogfarið datt niður.