Hava fingið upp í 3000 krónur meiri - um mánaðin

Sum heild hava fólk fingið væl meiri at liva fyri hetta síðsta ár

Hetta síðsta árið hava fólk, við lágari, ella miðal inntøku, fingið væl meiri at liva fyri um mánaðin.

 

Tað upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvussu fíggjarligu viðurskiftini hjá fólki eru broytt hesi seinastu árini.

 

Tað ger hann, tí herfyri upplýsti løgmaður upplýsti í Løgtinginum, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, hevur nú 40.000 krónur meira at liva fyri um áriðm ella 3.300 krónur um mánaðin. Og nú vildi hann hava landsstýriskvinnuna at útgreina um tað passar.

 

Kristina Háfoss sigur, at næsta ár fer ein familja við tveimum børnum, har annar forvinnur 5.400 krónur um mánaðin, og hin forvinnur 25.000 krónur um mánaðin at hava 250.568 krónur at liva fyri, ella 20.881 kr. um mánaðin.

 

Hon staðfestir, at Jørgen Niclasen hevur víst á, at ein familja í  somu støðum hevði 242.950 krónur at liva fyri í fjør – ella 20.246 kr. um mánaðin. Sostatt fær hon 635 krónir meira at liva fyri um mánaðin næsta ár.

 

Taka vit eitt par í Havn við einum við einum barni í barnagarði og einum í vøggustovu, har bæði hava miðalinntøku, har annar fær 20.000 krónur um mánaðin í løn, og hin 30.000 krónur um mánaðin, hava tey 32.657 krónur meira at liva av næsta ár, enn tey høvdu í fjør, ella 2.721 krónur meira um mánaðin.

 

Høvuðsorsøkin til økingina, er skattalættin til lág- og miðallønt, sum kom í gildi í ár, umframt at barnafrádrátturin til børn undir skúlaaldur, hækkar á nýggjárinum. Somuleiðis lækkar kommunuskatturin í Torshavnar Kommunu, og harumframt eru ansingargjøldini í Tórshavnar Kommunu munandi lækkað fyri tey, ið hava fleiri børn á dagstovni.

 

­– Leggjast kann afturat, at lági oljuprísurin, og lága rentan hava eisini gjørt tað nógv bíligari at liva hesi seinastu árini, umframt at lønirnar eru hækkaðar.

 

Kristina Háfoss sigur sigur eisini, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, ið fær forsorgarhjálp, fær 232.139 krónur at liva fyri næsta ár í 2017 – ella 19.345 kr. um mánaðin.

 

Í hesum sambandi vísir Jørgen Niclasen á, at í fjør hevði ein stakur uppihaldari í effinett somu støðum, eina tøka inntøku upp á 195.466 krónur um árið, ella 16.289 krónur um mánaðin.

 

– Tað vil siga, at ein stakur uppihaldari við tveimum børnum, ið fær forsorgarveiting, hevur næstan 37.000 krónur meira at liva fyri næsta ár enn í fjør – ella góðar 3.000 krónur meira um mánaðin.

 

Kristina Háfoss vísir eisini á, at fólk við ongum børnum, og 20.000 krónum um mánaðin í løn, 158.946 krónur at liva fyri næsta ár, ella 13.246 kr. um mánaðin. Tað vil siga, at hann hevur 535 krónur meiri at liva fyri um mánaðin næsta ár, enn hann hevði í fjør.

 

Hinvegin heldur landsstýriskvinnan ikki, at hetta kann brúkast til at eftirkanna um løgmaður gav Løgtinginum rættar upplýsingar, tí fortreytirnar eru ikki tær somu. Eitt nú taldi løgmaður eisini lønarvøkstur upp í, so svarini kunnu ikki samanberast.