Tvær tær seinastu vikurnar hevur verið neyðugt hjá teimum í Nes kommunu at kóka drekkivatnið. Kanningar vístu, at tað vóru bakteriur í vatninum, sum bóru við sær, at kommunan heitti á borgararnar í øllum trimum bygdunum – á Nesi, Toftum og í Saltnesi – um at kóka vatnið.
Síðani hevur verið arbeitt við at fáa bilbukt við trupulleikan. Eitt nú er vatn runnið úr brandpostunum, og tað hevur havt við sær, at trýstið hevur verið lægri, og at tað í styttri tíðarskeiðum er komið fyri, at einki vatn hevur verið.
Í dag boðar Nes kommuna frá, at trupulleikin er loystur, og harvið ber tað aftur til at drekka kranavatn.