Hava fingið nakrar fáa fráboðanir um stormskaðar

Summi øk landinum eru sloppin heilt undan skaða

Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur nú seinnapartin. Og hóast tað er hæsað av nú, er tað framvegis rættiliga strangt fleiri staðni. Løgreglan sigur, at tey hava fingið átta fráboðanir um stormskaðar, men nú, beint áðrenn klokkan 18 í kvøld, er ein góð løta síðani seinastu fráboðanina, so tey vænta, at hetta var tað hesa ferð.

 

Løgreglan sigur, at talan um smærri skaðar. Fleiri fráboðanir eru um, at húsatekjur eru rivnar og ryggásir loysnaðir, men onkrar fráboðanir eru eisini um, at byggitilfar er tikið av vindi, ella er við at verða tikið av vindi.

 

Á Skipanesarkrossinum var eitt lýsingaskelti í vanda fyri at fara í vindinum og í Fuglafirði varð ein bingja við fótbóltsvøllin, tikin av vindi. Løgreglan sigur, at yvirhøvur er tað í norðara partir í Eysturoy, og í Norðoyggjum, at skaðarnir hava verið. Ein fráboðan er úr Vágum og onkur var eisini úr Havn um byggitilfar, sum var í vanda fyri at verða tikið av vindi.

 

Løgreglan sigur, at tá ið slíkar fráboðanir koma,  fáa tilbúgvingarleiðararnir hjá kommunum boðini, og so taka teir sær av málinum.