Hava fingið nýggjan fíggjarstjóra

Hann hevur drúgvar royndir frá fíggjarliga økinum

Tað verður Høgni Olsen, sum verður nýggjur fíggjarstjóri í Almannaverkinum. Hann tekur við starvinum í seinasta lagi 1. apríl, boðar Almannaverkið frá beint nú.

 

Høgni er 41 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í fígging og strategiskari leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir á fíggjarliga økinum, eitt nú sum leiðari á íløgudeildini hjá Bank Nordik og sum fíggjar- og fyrisitingarleiðari í ALS.

 

Síðan 2020 hevur hann verið roknskaparleiðari hjá Atlantsflogi. Høgni er eisini virkin í nevndararbeiði og síðani 2017 hevur hann verið nevndarformaður og nevndarlimur í LÍV-samtakinum.

 

Almannaverkið sigur, at arbeiðið hjá nýggja fíggjarstjóranum verður at menna og og standa á odda fyri fíggjarligur viðurskiftini - og fyrisitingina - í Almannaverkinum og hann skal vera ein virkin partur í arbeiðnum at menna stovninum.

Høgni er úr Havn, giftur við Katrini K. Olsen, og saman eiga tey trý børn.