Hava fingið nýggjan formann

Jón Sigurdsson avloysir Boga Jacobsen

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nýliga havt aðalfund, og har varð nýggj nevnd vald. Fyri vali stóðu Bogi Jacobsen, Jóhanna á Bergi og Odd Eliasen. Jóhanna á Bergi og Odd Eliasen tóku við afturvali og vórðu vald. Bogi Jacobsen bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Ólavur Bjarkhamar valdur í nevndina. Bogi Jacobsen, sum er stjóri á Varðanum Pelagic, varð valdur í nevndina í 2014 og gjørdist formaður í 2017. Hann hevur sostatt verið formaður í 5 ár. 

 

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag er sostatt mannað við Høgna Hansen, Kristoffur Laksá, Jens Meinhard Rasmussen, Jón Sigurdsson, Fróða Magnussen, Árna Ellefsen, Jóhannu á Bergi, Odd Eliasen og Ólavur Bjarkhamar, sum eisini er í leiðsluni á Varðanum Pelagic. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.

 

Síðani hevur nevndin skipað seg og sostatt er greitt, at tað verður Jón Sigurdsson, sum verður nýggjur formaður, men Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður.

 

Jón Sigurdsson stovnaði byggifyritøkuna, Articon, har hann eisini er stjóri. Hann hevur annars sitið í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi síðani 2004.