Hava fingið nýggjan formann og nýggjan nevndarlim

Borgarstjórin hevur tikið við sum formaður

Næmingar á ítróttarháskúlanum. Myndin er av Facebook

Stýrið fyri ítróttarháskúlan í Vági hevur havt fund í Dag. Endamálið var at velja nýggjan formann, nú Dennis Holm, sum var formaður, er farin í Landsstýrið og so kann hann ikki halda fram sum stýrislimur.

 

Úrslitið var, at nú er tað borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, sum er nýggjur formaður í stýrinum. Hann var nevndarlimur áðrenn. Levi Mørk, býráðslimur, eisini úr Javnaðarflokkinum, heldur fram, sum næstformaður.

 

Hinir nevndarlimirnir eru Bogi Mortensen Ole Wich og so Bárður Nielsen, sum er nývaldur, og sum eisini er býráðslimur fyri Tjóðveldi. Leiðari á skúlanum er Miriam Jannit Norðberg.

 

Næmingar á ítróttarháskúlanum. Myndin er av Facebook