Hava fingið sermerkta vitjan í Runavík

Men steðgurin verður stuttur, sigur havnarmeistarin

Fyri eini løtu síðani legði amerikanska herskipið, USS Porter, at bryggju í Runavík. USS Porter er ein oyðari, hann er 154 metrar langur og eini 250 – 300 fólk eru við. Brandur Højgaard, Havnarmeistari, sigur, at talan verður um eina stutta vitjan, tí teir loysa aftur í morgin ári.

 

Hann sigur, at oyðarin er komin higar tí teir hava brúk fyri ymsum tænastuveitingum, teir skuldu hava proviant, vatn og olju og teir høvdu eisini burturkast, sum teir sluppu av við til IRF. Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikansk herskip eru í Runavík í slíkum ørindum, tó at tað ikki er á hvørjum degi heldur. Men bæði í 2019 og í fjør vóru amerikansk herskip eisini í Runavík.