Hava fingið yvir 1200 veljarar afturat

Hjá 2.358 veljarum verður løgtingsvalið ein serliga stórur dagur

Á løgtingsvalinum tann 8. Desember, eru tað tilsamans 39.017 veljarar, sum hava atkvøðurætt. Somuleiðis hava 589 fólk, sum fyribils eru uttanlands í útbúgvingarørindindum, eisini atkvøðurætt. Sostatt eru tað 39.606, sum hava valrætt á løgtingsvalinum.

 

Á Fólkatingsvalinum 31. oktobur, vóru tað 38.387 fólk, sum høvdu atkvøðurætt og sostatt eru tilsamans 1219 atkvøður fleiri til at stríðast um á løgtingsvalinum nú, enn á fólkatingsvalinum fyri einum góðum mánað síðani.  

 

Hjá 2.358 veljarum verður løgtingsvalið ein serliga stórur dagur, tí hjá teimum verður hetta fyrstu ferð, at tey hava rætt at fara á val.

 

Øll, sum hava valrætt, fáa eitt valkort sendandi í postinum og Umhvørvisstovan væntar, at valkortini verða eftir borin út 28. og 29. novembur.