Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur á X, fyrrverandi Twitter í dag, at amerikansk og ukrainsk samráðingarfólk nú hava fínpussað eina rammuavtalu um frið.
Forsetin sipar til uppskotið um friðaravtalu í krígnum millum Russland og Ukaina, sum varð smíðað í sveisiska býnum, Genéve, herfyri.
Volodymyr Zelenskyj skrivar, at Ukraina nærkast "diplomatii" við størsta álvara, og landið ynskir, at fleiri av útlendsku stuðlum landsins gerast partur av tilgongdini.
Reuters veit at siga, at serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, er lendur í Moskva.
- Her skal sendimaðurin saman við ráðgevanum, Jared Kushner, sum er versonur Donald Trump, forseta, hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.
Sambært Reuters og øðrum útlendskum miðlum verður fundurin millum partarnar seinnapartin í dag.











