Hava funnið nøvnini til stovnarnar

Fyrsta dagin verður almannakunngjørt, hvussu dagtilhaldið fyri minnisveik í Eysturoy og dagstovnurin í Fuglafirði skulu eita.

Tað er sosiala nevnd hjá Fuglafjarðar kommunu, sum hevur valt nøvnini til teir báðar stovnarnar, og nevndin hevur havt nógv nøvn at velja ímillum.

 

Nevndin valdi at skipa fyri tveimum navnakappingum, og tá freistin var úti, hevði nevndin fingið ikki færri enn 44 uppskot - 23 um navn á dagstovninum og 21 um navn á dagtilhaldinum.

 

Forkvinnan í sosialu nevnd, Sigga Óladóttir Joensen, sigur, at nevndin hevur funnið tey bestu nøvnini, og at nú verður samskift við teir báðar stovnarnar um, hvussu og nær nøvnini skulu avdúkast. 

 

Virðislønin fyri tað best egnaða navnið er í báðum førum 5.000 krónur.