4. lestrarhálva hjá framleiðslutøkningum á Tekniska skúla í Havn er nú byrjað, og í gjár løgdu næmingarnir fram eina verkætlan fyri eigarunum á Restorff´s bryggjarí. Teir hava nevniliga í hálvan triðja mánaða arbeitt við at byggja eitt nýtt føroyskt bryggjarí upp frá grundini.
? Vit hava arbeitt við hesi verkætlanini frá a-z. Vit hava stovnað eitt partafelag, søkt um byggiloyvi og fingið tað skrásett, og síðani hava vit bygt tað upp, greiddu næmingarnir frá, tá Sosialurin var á vitjan á tekniska skúla týsmorgunin.
Bryggjaríið, sum hevur fingið navnið Valhøll, hevur útgangsstøði í Restorff´s bryggjaríi. Tað er grundað á marknaðin, sum Restorff longu hevur, og tað er tí at rokna sum Restorff hevði bygt eitt spildurnýtt virki við nýggjum maskinum og so framvegis.
Læruríkt
-Næmingarnir halda sjálvir, at teir hava lært sera nógv av verkætlanini, og eru teir ikki í iva um, at teir væl høvdu klárað at stovna eitt virki sjálvir nú, um tað skuldi verið.
? Vit hava verið alla mylluna ígjøgnum. Nú vita vit, hvar vit skulu venda okkum fyri at fáa tey ymsu loyvini. Tú skalt út til Per og Pól fyri at fáa upplýsingar, og hetta hevur givið okkum eina sera breiða vitan, siga næmingarnir, sum eru 10 í tali.
Í og við verkætlanini, sum varð gjørd í 3. lestrarhálvu, hava næmingarnir brúkt alt tað pensum, sum hini báðar lestrarhálvurnar gingu út uppá.
Vegleiðararnir í verkætlanini hava verið Thomas Arabo og Marita Hentze.
? Henda útbúgvingin er ein hægri útbúgving, og vit plaga at kalla tey fyri hálvverkfrøðingar, sigur Thomas Arabo, lærari.
? Hetta er ein skjótur vegur út í vinnulívið. Útbúgvingin tekur tvey ár, og snýr seg í størsta mun um teknikk, fyriskipan, búskap og ráðlegging. Nógvar verkætlanir vera gjørdar, og hetta, sum næmingarnir hava gjørt nú er eitt virki frá byrjan.
Orsøkin til, at virkið gjørdist eitt bryggjarí er, at næmingarnir mettu, at tað var grundarlag fyri einum bryggjaríið afturat í Føroyum. Sum er, eru bara tvey bryggjarí, og vildu teir ikki fara í holt við nakað innan til dømis fiskivinnu, tí har eru longu so nógv virki.
? Hvør veit? Kanska tað næsta vit fara í holt við er at stovna eitt tíðindablað, leggur Thomas Arabo skemtandi afturat.
Loysir seg
Næmingarnir hava í verkætlanini roknað út rentabilitet, gjørt marknaðarkanningar og nógv nógv annað. Verkætlanin tók teimum hálvan triðja mánaða.
? Tað vísti seg, at verkætlanin hjá okkum hevði givið yvirskot. Tað hevði ikki verið ov dýrt, men tá skal sjálvandi takast til eftirtektar, at tað hevði verið Restorff, sum hevði farið í holt við hetta.
Týsmorgunin skuldi flokkurin so til Bryggaríið við Landavegin, har tey skuldu leggja verkætlanina fram.
? Vit geva teimum eitt fullfíggjað uppskot uppá eitt nýtt virki. Um teir høvdu skulað út og fingið hetta frá onkrum øðrum, hevði tað helst kostað um hálva millión, siga nakrir vælnøgdir næmingar, sum ásanna, at tað til tíðir hevur verið ógvuliga strævið.
? Tá tíggju fólk skulu arbeiða saman um eina uppgávu skal nógv samstarv til. Tað er sum um 10 kokkar skulu gera ein rætt, og tá krevst, at tú semist um tað, ið gerast skal.
Næmingarnir hava tó megnað uppgávuna væl. Sjálv verkætlanin var liðug á nýggjárinum, og síðani varð hon dømd. Næmingarnir fingu allir sera góð ummæli, og lá miðaltalið á 9,1 fyri verkætlanina.
Nú er hesin flokkurin farin í holt við 4. lestrarhálvu, har høvuðsuppgávan verður skrivað. Teir arbeiða saman tveir og tveir ella hvør í sínum lagi. Tá hesin flokkurin av framleiðslutøkningum er liðugur, verður ein nýggjur tikin inn aftaná summarfrítíðina.