Bilurin, sum varð stolin í Havn í gjár, er ikki komin afturíaftur enn. Løgreglan sigur, at tað var klokkan 10 í gjárkvøldið at tað varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur var stolin í Torfinsgøtu í Havn. Sambært eigaranum er bilurin stolin ímillum klokkan 11 í gjár og klokkan 10 í gjárkvøldið.
Talan er um ein svartan Toyota Avensis frá 2003 við nummarplátuni ET915.
Men løgreglan sigur nú beint fyri døgverða, at enn vita tey ikki, hvat er vorðið av bilinum, tí hann er ikki afturfunnin enn.
Tey vita ikki reiðiliga, hvussu tjóvurin hevur fingið fatur á lyklunum. Men hevur onkir sæð bilin, eru tey vælkomin at siga frá.