Tað sigur Beinir Johannsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sum eisini er næstformaður í Løgtingsins mentanarnevnd.
Sambært uppskotinum hjá Jenis av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, sum er sent til hoyringar, so skal kringvarpsgjaldið hækka við tveimum prosentum 1. januar í 2023. Og so skal tað hækka tvey prosent afturat á hvørjum ári. Tað vil siga, at sambært uppskotinum hjá landsstýrinum, so verður tað fest í lógina, at kringvarpsgjaldið skal hækka tvey prosent á hvørjum ári.
Kringvarpsgjaldið verður kravt inn við skattinum. Øll sum eru fylt 24 ár skulu rinda 150 krónur um mánaðin í kringvarpsskatti. Men sambært nýggja lógaruppskotinum hjá landsstýrinum, so skal hesin skattur hækka tvey prosent á hvørjum ári.
Men hvussu sampakkar tað við politikkin hjá Fólkaflokkinum og atfinningunum, sum flokkurin støðugt hevur at almenna Kringvaprinum?
– Eg má siga sum er, at handan hækkingin á hvørjum ár upp á tvey prosent, hon smakkar mær illa, sigur Beinir Johannesen, løgtingsmaður.
Hann ger vart við, hann ikki hevur havt stundir at seta seg rættiliga inn í málið, tí hann hevur ikki sæð uppskotið fyrr enn í dag, tá tað er sent til almenna hoyring. Málið er ikki viðgjørt í samgonguni, áðrenn tað er sent til hoyringar, sigur hann.
– Men eg kann siga so mikið, at tað helst er gott fyri breiddina í kringvarpsstýrinum, at tað verður umboðað av fólkinum heldur enn av politikarum. Og tá bæði Føroya Ungdómsráð og Landsfelag Pensjónista skulu tilnevna fólk, so er ein ávís breidd í.
– Eg fegnist eisini um, at kringvarpsgjaldið hjá smáum fyritøkum verður lækkað, tað er í øllum førum eitt stig rætta vegin. Men um tað er nóg mikið, er so nakað annað, sum vit fara at umrøða, sigur løgtingsmaðurin hjá Fólkflokkinum, sum eisini er næstformaður í Mentanarnevnd Løgtingsins.
Men um hækking av kringvarpsgjaldi ikki er umrødd í samgonguni, so er kringvarpsgjaldið tó nevnt í samgonguskjalinum, har tað verður skrivað soleiðis um Kringvarpið:
»Kringvarpslógin verður endurskoðað við atliti at bygnaði, m.a. skipanini við stýri, tíðindadeildum, public service skyldum, kringvarpsgjaldi og í samband við at tryggja óheftni í fjølmiðlunum«.