Hava illgruna til al-Qaeda

Yvirgangsfelagsskapurin hjá Osama bin Laden verður settur í samband við ta blóðugu atsóknina á Bali leygarkvøldið

Yvirgangur
Árni Joensen:

Bumbuatsóknin á indonesisku frítíðaroynni Bali leygarkvøldið, sum higartil hevur kravt 190 mannalív, líktist sambært serfrøðingum ikki teimum atsóknum, sum hava verið í Indonesia fyrr.
Fleiri keldur vilja vera við, at tað var ein bólkur hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda, sum skipaði fyri atsóknini. Víst verður á, at amerikanska fregnartænastan CIA fleiri ferðir hevur ávarað indonesisku myndugleikarnar um, at al-Qaeda var í ferð við at fyrireika eina blóðuga atsókn.
Harafturat er alment kent, at myndugleikarnir í Malaysia, Singapore og á Filipsoyggjunum hava tikið fleiri indonesar seinastu mánaðarnar, tí illgruni er um, at teir hava havt samband við felagsskapin hjá bin Laden. Nógv bendir á, at teir indonesisku myndugleikarnir hava ikki tikið amerikansku ávaringarnar í nóg stórum álvara. Fyrr enn nú.
Síðani einaræðisharrin Suharto fall í 1998, eru ávísar demokratiskar settar í verk í Indonesia, men myndugleikarnir í Jakarta hava kortini víst lítlan áhuga í at skipa eitt veruligt demokrati. Fleiri serfrøðingar í indonesiskum viðurskiftum siga, at júst hetta hevur verið ein orsøk til, at fleiri víðgongdir bólkar hava sæð dagsins ljós seinastu árini, og harðskapur og yvirgangur hevur eisini støðugt vundið upp á hesi í hesum sama tíðarskeiðinum, siga teir.

Høvuðsstøð hjá al-Qaeda
Men flestu serfrøðingarnir eru eisini á einum máli um, at bumbuatsóknin á Bali líkist ikki teimum atsóknunum, sum indonesiskir felagsskapir hava skipað fyri. Tað, sum hendi leygarkvøldið, var eitt annað slag av yvirgangi, og tí bendir alt á, at tað var onkur uttan fyri Indonesia, sum legði atsóknina til rættis, siga serfrøðingarnir.
Amerikanska fregnartænastan CIA segði í einari frágreiðing fyri stuttum, at tekin er um, at nógvir limir í al-Qaeda hava leitað sær til Indonesia, og at landið skjótt kann gerast høvuðsstøð hjá felagsskapinum.
Útlendskir diplomatar í Jakarta siga, at teir indonesisku yvirgangsfelagsskapirnir eru vorðnir meiri harðrendir í seinastuni, og í hesum sama tíðarskeiði eru teir indonesar, sum bardust við al-Qaeda í Afghanistan, komnir heimaftur.

Illgruni um prest
Avstralsku myndugleikarnir hava illgruna um, at tað var tann hernaðarligi islamski felagsskapurin Jemaah Islamiyah, sum skipaði fyri bumbuatsóknini á Bali. Hesin felagsskapurin er fleiri ferðir settur í samband við al-Qaeda, og hóast altjóða samfelagið leingi hevur lagt trýst á indonesisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at handtaka leiðaran í felagsskapinum, er hann ikki tikin.
Myndugleikarnir í Avstralia, Singapore og Malaysia hava í seinastuni ávarað um, at Jemahh Islamiyah fyrireikaði eina blóðuga atsókn. Tey trý londini vilja vera við, at presturin Abubakar Ba'asyr stendur á odda fyri hesum felagsskapinum, men í Indonesia siga myndugleikarnir, at teir hava eingi prógv ímóti honum.