Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at seta 200.000 krónur av til at gera byggiskrá fyri tann komandi nýggja Musikkskúlan. Fyrireikingararbeiðið til skúlan er komið so mikið áleiðis, at byggiskrá skal gerast. Hon skal lýsa byggiætlanina, herundir rúmskrá, fermetrar og ymisk funktiónskrøv.
- Bygginevndin fyri skúlan hevði heitt á mentamálanevndina um at útvega byggiskránna. Mentamálanevndin tók undir við hesum og mælti fíggjarnevndini og býráðnum til at játta pengarnar. Mayfinn Norðoy, arkitektur, hevur eina tíð arbeitt við málinum, og hann fer nú undir byggiskránna, sum verður liðug í vár, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini.
Býráðið hevur sett av fýra milliónir krónur á ársins íløguætlan til at fyrireika og projektera Musikkskúlan,
Býráðið hevur eisini játtað pening til Reinsaríið
Í tí málinum er samykt at játta 450.000 krónur til sáttmála um projektering, eftirlit og byggileiðslu. Har er ætlanin í 2011 at innrætta niðastu hæddina til spælistað hjá tónleikarum v.m.
- Hæddin kann illa brúkast sum nú er, tí hon er stórt sæð bert ein berur kjallari, sum lítlan og ongan útbúnað hevur. Seinni er ætlanin at fara undir ovaru hæddirnar, sigur formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge.
Sum vit skrivaðu á Portalinum í gjár, so samtykti Tórshavnar Býráð eisini at fara undir ætlanirnar at útbyggja Hoyvíkshøllina. Býráðið hevur samtykt at góðkenna eitt skitsuuppskot, sum er gjørt. Somuleiðis er samtykt at útvega eina hálva millión krónur aftrat til uppíbyggingina.
Ætlanin er at byggja eina forhøll fram úr Hoyvíkshøllini, so hon verður rúmligari hjá fólki at vera í. Har skula eisini gerast toilett og fleiri umklæðingarrúm. , sigur Jógvan Arge.
Útbyggingin verður í tveimum hæddum, men ta ovaru hæddina verður onki gjørt við í hesum umfarinum.