Hava keypt dýrasta køk í Føroyum nakrantíð

7,5 milliónir krónur eru prísurin fyri dýrsta køk í Føroyum

Leivur Holm, stjóri hjá Leif Mohr, Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki og Arnstein Davidsen, søluleiðari fyri stórkøkar

Samkoma hevur verið á Landsverki í dag, har sáttmáli millum Landsverk og P/F Leif Mohr varð undirskrivaður til nýggja stórkøkin í H-bygninginum.

 

Tað skrivar Landsverk í dag. Sáttmálin um nýggja stórkøkin til H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum varð undirskrivaður í dag.

 

Hetta er størsti sáttmáli sum er undirskrivaður í Føroyum nakrantíð innan stórkøkar. Avtalan við P/F Leif Mohr er áljóðandi 7.449.047 krónur. 

Stórkøkurin fer at veita mat til allar sjúkrahúsbygningarnar umframt at veita mat út av húsinum.

 

##med2##

 

Stórkøkurin fenir millum annað um hetta: 

 

  • Framleiðslukøk
  • Serveringskøkar
  • Bakarí
  • Goymslur
  • Frysti og kølirúm
  • Stóruppvask
  • Serveringsdisk
  • Salatbar
  • Gjaldsterminalar

 

Eftir ætlan skal køkurin verða liðugur 1. november 2021.

 

##med3##

 

Leivur Holm, stjóri hjá Leif Mohr, Sigurð Lamhauge, stjóri á Landsverki og Arnstein Davidsen, søluleiðari fyri stórkøkar