Mótmæli
Nú er tolið hjá heimasjúkrasystrunum í Suðuroy uppi.
Eftir at hava stríðst við Landsstýrið til fánýtis í fleiri ár, hava tær nú sett hart ímóti hørðum.
Ella kanska rættari: Tær hava sett bilarnar.
Tí tað er bilarnar, stríðið stendur um.
Heimasjúkrasystrarnar kring landið hava altíð brúkt sínar egnu bilar at koyra í, tá ið teir koyra hús úr húsi til tey ymsu fólkini, sum skulu gava røkt.
At hava bil er neyðugt, tí hvør heimasjúkrasystir hevur eitt stórt øki at at røkja og tað ber ikki til at passa arbeiðið fullgott, uttan at hava bil.
Men tær góðtaka ikki, at tær skulu vera noyddar at brúka sínar egnu bilar. Eitt er, at talan er um nógva koyring. Eitt annað er, at tá ið ein heimasjúkrasystir hevur vakt, leggur arbeiðið hald á bilin í langa tíð og tí fær ongin annar í húsunum gleði av honum.
Fyri at brúka sínar egnu bilar, fáa tær 2,90 krónur fyri hvønn kilometur.
Í fleiri ár hava heimasjúkrasystrarnar tí stríðst við Landsstýrið um at fáa tænastubilar at koyra í.
Men tey eru ongantíð komin á mál.
Og nú í vár kom tað so langt, at tær settu 1. oktober sum evstamark fyri, og var málið ikki loyst tá, fóru tær at seta bilarnar.
Síðani varð freistin kortini flutt til ein mánaða til 1. november fyri at gera ein allarseinasu roynd.
Síðst í oktober mánaða komu so boð frá Serstovnadeildini, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevði søkt um 700.000 krónur á eykajáttanarlógini fyri oktober til bilar. Mett var, at tey kundu fáa sjey bilar fyri upphæddina, tá ið mvg var tikið frá.
Eykajáttanarlógin skal nú til politiska viðgerð, áðrenn hon verður løgd fyri tingið.
Ikki nøgd
Hetta fekk heimarøktina at taka hóttanina um at seta bilarnar, aftur og at halda á, sum vant.
Men heimarøktirnar í Suðuroy hava nú fingið nokk.
Tær halda, at Landsstýrið nú hevur havt fleiri ár um at loysa málið og fyri tað, sum eitt tal er sett á eina eykajáttanarlóg, er tað ongin trygd fyri, at tað verður samtykt. Og hóast tað verður samtykt nú, fer rúm tíð at ganga, áðrenn bilarnir verða tøkir.
Tær føla seg nú so mikið hildnar fyri gjøldur, at tær tí gjørdu tær av at halda fast um, at tær settu sínar egnu bilar, tí einaferð má má hart setast ímóti hørðum og Landsstýrið dregur ,málið út í tað óendaliga. Eftir úrslitaleysar samráðingar í fleiri ár, halda tær nú, at einasti máti at fáa nakað at henda, er at seta hart ímóti hørðum.
Og mánadagin fóru tær tískil til gongu til arbeiðis.
Kundu spart
Ongin í heimarøktini í Suðuroy vil siga nakað um málið alment.
Men frá álítandi keldum, sum standa málinum nær, hava vit fingi at vita, at tað er rættiliga trupult at tær ongan bil hava.
Nú ganga tær til arbeiðis. Í tann mun, tað ber til, brúka tær eisini Bygdaleiðir, men tað er næstan ongantíð, at tað letur seg gera, tí tær koyra so sjálvdan.
Annast koyra tær runt í hýruvogni, har tað er neyðugt.
Keldur okkara siga, at tær skilja ikki trupulleikan. Tilsamans fáa tær átta heimasjúkrasystrarnar í Suðuroynni umleið 12.000 krónur um mánaðin í koyripengum.
Men tær hava spurt seg fyri, hvat tað kostar at leiga ein bil og tað kostar umleið 5.000 krónur um mánaðin.
? So tað hevði verið ein beinleiðis sparing í at leiga ein bil, siga keldur okkara í Suðuroy.