Hava nú fingið 3,5 milliónir í korona-stuðuli

Tey í Hoyvík og á Tvøroyri, fingu mest

Nú hava ítróttafeløg fingið 3,5 milliónir í stuðuli í sambandi við koronu. Tað upplýsir ÍSF í tíðindaskrivi í dag. Her er talan um endurgjald fyri inntøkur, tey mistu orsakað av koronu í tíðini frá 1. juli í fjør til 31. mai í ár. hetta eru inntøkur, tey mistu tí at tiltøk vórðu avlýst ella skerd sum ein avleiðing av almennu koronu-tilmælunum.

 

ÍSF sigur, at upprunaliga søktu 49 felagsskapir um 5,7 milliónir krónur tilsamans, men eftir reglugerðini høvdu øll ikki rætt til at fáa stuðul. Fyri ítróttin var úrslitið, at 41 ítróttarfelag fingu tilsamans 3,5 milliónir í stuðuli.

 

Niðan fyri er eitt yvirlit yvir tey feløg, sum hava fingið stuðul. Sum tað sæst, vóru tað Hoyvíkingar og tvørafólk, sum fingu tann mesta stuðulin.

 

##med2##