Hava sett gøtuljós upp í Mykinesi

11 ljóspelar eru settir upp

Partar av bústaðarøkinum í Mykinesi hava ikki havt gøtuljós, men í gjár kom broyting í, tá teir nýggju ljóspelarnir á Sodnhúsvegi vóru tendraðir.

 

Hetta fortelja tey úr Sørvágs kommunu á heimasíðu síni.

 

Arbeitt verður við at betra um ljósføringina aðrastaðni í bygdini.

 

11 ljóspelar eru í hesum umfarinum settir upp í Mykinesi.

 

– Grótlaðarnir frá Basalt eru lidnir á hesum sinni. Teir hava laða garðar uppaftur í Bø, og hava lagt umleið 450 metrar afturum, skrivar Sørvágs kommuna.

 

Ætlanin er at halda áfram at bøta um bøgarðarnar komandi ár.

 

##med2##

 

(Myndir og kelda: sorvag.fo)