Hava seymað 50 teppi

– Vit í »Áhugabólkinum fyri Eldri í Norðoyum« fara við hesum at takka øllum tykkum kring landið, sum hava bundið og sent okkum stórar nøgdir av puntum, ið síðani eru seymaðir til teppi.

 

– Somuleiðis senda vit eisini hjartans tøkkir til allar kvinnurnar, sum so trúliga hava møtt hvønn hósdag í Smæruni at seyma puntarnar  saman til teppi.

 

Soleiðis skrivar »Áhugabólkurin fyri Eldri í Norðoyum«, sum í vetur og til nú hava seymað 50 teppi, sum eru klár at senda til Rumenia.

 

– Afturat hesum hava vit fingið húgvur, hosur og 50 pør av skóleistum, ið somuleiðis verður takkað hjartaliga fyri, skriva tey.

 

– Vit ynskja tykkum øllum gott summar, og vónandi hittast vit aftur til heystar í øllum góðum, sigur Kala Lómaklett vegna »Áhugabólkin fyri eldri í Norðoyum«.

 

##med2##