Tá Livar Nysted í summar fer at rógva til Skotlands, fer hann samstundis at savna pening inn til barnaheim í Kenja.
Talan er um barnaheimið hjá felagsskapinum NLAI í Nakuru, Kenja, sum fleiri føroyingar kenna væl og sjálvir stuðlar.
Tað er serliga kona Livar Nysted, Svanna, ið hevur fingist við barnaheimsarbeiðið í Kenja. Á Facebookvanga síni, greiðir hon frá, hvussu hon lærdi hetta barnaheimið at kenna. Hon greiðir frá, at í veruleikanum skuldu hon og døturnar til Kenja at taka ímóti Livari eftir ein rógvitúr um Indiska havið. Hesin túrurin bleiv tó av ongum.
- Eg hevði ongar hug at skuffa gentirnar, so eg helt at eg skuldi fara til Kenya alíkavæl og Livar var samdur við mær, so vit fóru avstað. Tá kom eg at kenna Leif og Susanne og tað ótrúliga arbeiði sum tey og nógv onnur í NLAI gera. Eg hoyrdi nógvar syrgiligar søgur, sá nógv sum eg fekk ilt av, men eisini sá eg, hvussu børnini fingu eitt betri lív og ein møguleika fyri eini betri framtíð í NLAI.
Svanna og Livar Nysted eru sjálv stuðlar hjá børnum á barnaheiminum í Nakuru, og nú fara Leif og Susanne Madsen undir at byggja eitt nýtt dreingjaheim til tey foreldraleysu.
Hesum vilja Livar og Svanna Nysted fegin stuðla, og tí skipa tey fyri stuðulsrógving, tá Livar Nysted í summar fer at rógva til Skotlands.
Stuðulsrógvingin verður skipað á tann hátt, at fólk binda seg til at gjalda eina ávísa upphædd fyri hvønn fjórðing, róð verður, ella tey velja at geva eina fasta upphædd. Fyri at gera stuðulin eitt sindur meiri spennandi, verður lutakast drigið millum øll tey, ið stuðla. Vinnarin fær ein málning eftir Livari Nysted sjálvum.
- Eg haldi, at tað er okkara skylda at hjálpa, har vit kunnu, bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Livar Nysted við in.fo
Bjørg av Rana, ein av oddakvinnunum í NLAI í Føroyum, sigur, at fríggjakvøldið verður eitt stuðulstiltak til frama fyri NLAI á Seglloftinum á Tvøroyri, og tá verður farið undir at fáa stuðlar til hetta tiltakið.
- Síðani verður farið húsagongd um alt landið, sigur Bjørg av Rana.
Myndirnar eru tiknar í novembur í fjør, tá átta føroyingar vóru í Nakuru og hjálptu felagsskapinum.