Hava snorksovið í fleiri ár - men nú lova tey at vakna

Allir flokkar á Løgtingi góvu kommunulæknunum eitt stórt lyfti á valfundi fríggjadagin

Vit hava sagt tað í 15-20 ár, men tit hava snorksovið. Marjus Dam, formaður í Kommunufelagnum, var bersøgin við politikararnar á valfundi í Havn fríggjadagin. Har umrøddi hann trotið á kommunulæknun, tí tað er beinleiðis kreppa á tí økinum. Tað eru 34 kommunulæknastørv kring landið, men bara 18 størv eru sett og restin er mannað við skiftandi avloysarum. Avleiðingin er, at túsundtals fólk hava ongan fasta lækna og at arbeiðsbyrðan hjá læknunum, sum eru, er so stór, at fleiri tosa um at stinga í sekkin.

 

Les meiri her: Fólk, sum hava fastan lækna liva meiri enn tvey ár longri

 

– Tit eru øll dumpað, hvør einasti ein, segði Marjus Dam. Men hann legði afturat. Samstundis sigur hann, at trupulleikin við læknatroti er lættur at loysa – og Kommunulæknafelagið hevur svarið.

 

– Vit hava nógvar yngri læknar, ið vilja verða kommunulæknar, men fleiri av teimum fáa tíverri ikki tilboð um útbúgvingarstarv, og eru tískil noyddir at fara av landinum aftur – og kanska koma teir ongantíð aftur. Avleiðingin er eisini, at tað gongur illa at fáa umsøkjarar til tey størvini, sum eru leys, tí arbeiðstrýstið er so stórt, at læknar aftra seg við at søkja.

 

Marjus Dam, vísir á, at Løgtingið hevur játta eina ávísa upphædd til at útbúgva serlæknar við. Men støðan er tann, at tá ið krubban er tóm, bítast rossini, og tað eru ongar pengar eftir til at útbúgva kommunulæknar fyri.

 

Hann sigur, at tískil má ein serlig upphædd setast av til at útbúgva kommunulæknar, og so kann sjúkrahúsverkið hava eina aðra játtan til at útvega serlæknar fyri.

 

Hann sigur, at tað má vera NÚ, at ein upphædd verður sett av til at útbúgva tríggjar, ella fýra kommunulæknar um árið í eini 10 ár.

 

Samstundis mælir Kommunulæknafelaguð til, at talið á kommunulæknum verður økt upp í 50 kommunulæknar, tí annars eru ov fáir læknar eftir fólkatalinum.

 

Tískil spurdi Marjus Dam umboðini fyri allar flokkarnar á valfundinum, um teir kundu lova, at teirra flokkur tekur undir við, at ein serlig játtan verður sett av til at útbúgva kommunulæknar – og at vit verða 50 kommunulæknar kring landið.

 

Og tað lovaðu allir flokkarnir við plikt og bót, at teir tóku undir við. Umboðini fyri allar flokkarnir svaraðu nevniliga, at tað vildi teirra flokkur avgjørt gera.