Í 2020 vóru tað 87 fólk, sum fingu tillagað starv og í fjør vóru tað 77 fólk. Tillagað størv er tað, sum fyrr kallaðist vard størv og tey eru fyri fólk við skerdum føreikum. Í hesum sambandi kunnu tey fáa eitt starv har arbeiðsgevarin rindar ein part av lønini, men so fáa tey eitt ískoyti frá Almannaverkinum
Í 2020 varð skipanin broytt fyri at spara pening og nú vildi Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, hvussu hendan sparingin hevur ávirkað fólk í vardum størvum.
Sólvit E. Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at í 2020 vóru tað tilsamans 374 fólk, sum høvdu tillagað starv og í fjør var talið 401 fólk. Og hann sigur, at lógarbroytingin frá 2020 hevur ávirkað lønina hjá 50 av teimum og var lógin ikki broytt, hevði útreiðslurnar verið einar 650.000 krónur hægri. Men summi av teimum 50 fólkunum komu upp í skipanina seinast í 2021 og høvdu verið verið í skipanini í eitt heilt ár, hevði landskassin spart 1,260 milliónir ístaðin fyri 650.000 krónur.
Ingilín Didriksen Strøm vildi eisini hava at vita um landsstýrismaðurin heldur, at hetta var rætta staðið at spara, men tað vil landsstýrismaðurin ikki rættiliga taka støðu til.
Men hann vísir á, at í ár er játtin til tillagað størv 58 milliónir hægri enn hon var í 2017 og nú er hon 93 milliónir. Var lógin ikki broytt í 2020, hevði tað verið væntandi, at játtanin fór at gera einar 150 milliónir krónur um eini fýra, fimm ár.
– Hetta er við til at leggja enn meira trýst á almannaøkið og tí heldur landsstýrismaðurin ikki, at tað er skeivt at royna at tálma vøksturin, sigur Sólvit E. Nolsøe.