Hava tikið nógvar royndir av føroyingum í tjúgunum

– Tey í tjúgunum eru sum oftast teir frísku smittuberararnir, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni

Tey flestu, sum hava fingið staðfest koronavirus í Føroyum, eru millum 20 og 29 ára gomul. Sambært tølum frá landsæknanum, sum sæst á corona.fo, er neyva talið í hesum aldursbólkinum 41. Hetta talið er lutfalsliga stórt í mun til talið av koronatilburðum í Føroyum tilsamans, sum er 185.

Men hetta er ikki eitt tekin uppá, at tey ungu eru tey mest váðafúsu og sárbaru, metir Bjarni á Steig, yvirlækni.

Hann sigur, at orsøkin til høga talið í hesum aldursbólkinum er strategiin hjá heilsuverkinum, og tí er tað logiskt, at hesin aldursbólkurin dominerar listan.

– Tey í tjúgunum eru sum oftast teir frísku smittuberararnir. So vit hava verið serliga ansin um teirra sjúkueyðkenni og hava tikið nógvar royndir av teimum, sigur Bjarni á Steig og vísir á, at í mun til onnur lond taka vit í Føroyum sera nógvar royndir.

– Um vit samanbera við onnur lond, so sær aldursbýtið í roynd og veru eins út. Vit taka royndir av fólki við sjúkueyðkennum, og tað gera onnur lond rundan um okkum ikki.

– Um ein lesandi til dømis kemur til landið, so fer viðkomandi í sóttarhald. Um tey føla tað minsta sjúkueyðkenni, so skulu tey boða frá, so man fær tikið royndir av teimum, sigur Bjarni á Steig.

– Niðri í Danmark verða tey bara biðin um at fara í sóttarhald og lata sjúkueyðkennini renna av. Og tá kemur tað jú ikki við í hagtølini fyri at hava verið testaður ella verið sjúkur. Hjá okkum er tað øvugt. Vit eru uppmerksom, taka royndir og síðani skráseta vit, um tað hevur verið korona ella ikki, sigur hann.

##med2##