Løgmaður hevur tikið umstrítt mál úr hondunum á Jenisi av Rana

Jenis av Rana vildi ikki loysa málið, so nú verður tað loyst fyri hann

Nú verður málið um, hvønn rætt sammøður hava sum foreldur, loksins loyst. Fyrr í ár varð lógin um barnsburðargrunnin broytt, so at eisini sammøður fingu rætt til barsilsgjald. Men síðani tók spurningurin seg upp um, hvønn rætt sammøður annars høvdu sum foreldur, eitt nú um børn kundi fáa navnið á sammóður síni.

 

Málið er rættiliga fløkt. Magnus Rasmussen er tann landsstýrismaður, sum umsitur hetta málsøki og sostatt er tað hann, sum ger av, hvussu lógin skal tulkast. Og hann tulkar lógina soleiðis, at sammøður hava akkurat sama rætt at navngeva síni børn sum øll onnur foreldur hava, uttan at navnalógin annars verður broytt.

 

Men Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri landsstýrismannin, er komin til eina aðra niðurstøðu, tí tey siga, at skulu børn kunna fáa sama navn sum sammóðurin, verður eisini neyðugt at broyta navnalógina.

 

Samstundis vil Jógvan Fríðrikson, biskupur, ikki geva prestum boð um at broyta mátan, kirkjubøkurnar verða førdar upp á, fyrr enn hann hevur fingið boð um tað frá sínum landsstýrismanni, sum er Jenis av Rana.

 

Men Jenis av Rana hevur gjørt greitt, at hann tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni, at prestarnir fáa boð um at broyta manngongd so at børn kunnu verða skrásett í kirkjubókina við navninum á sammóður síni.

 

Men nú hevur løgmaður tikið málið úr hondunum á Jenisi av Rana. Sostatt hevur hann nú tikið avgerð um at flyta málið um, hvussu kirkjubøkurnar skulu førast, frá Jenisi av Rana og at málið undir Magnus Rasmussen.

 

Sosatt er tað nú Magnus Rasmussen, sum ger av, hvussu kirkjubøkurnar skulu førast. Og sostatt er tað eisini hann, sum hevur myndugleika til at geva biskupi boð um, at tá ið børn fáa navnið á sammóður síni, skulu tey eisini skrásetast í kirkjubókunum við navninum á sammóður síni.