Hava uppskot um hvat hendan perlan skal brúkast til

Gamli studentaskúlin er kannaður og hann er í nógv betri standi enn fryktandi var fyri

Tórshavnar Býráð og Mentamálaráðið er nú í ferð við at leggja síðstu hond á eina avtalu, har Mentamálaráðið fær tann partin av Venjingarskúlanum, sum kommunan eigur og so er ætlanin at gera alt økið á Frælsinum til ein lestrarbýling hjá Fróðskaparsetrinum. Aftur fyri fær Tórsjavnar Býráð so ognirnar hjá Landsstýrinum í Hoydølum, bæði gamla Studentaskúlan og barakkirnar, sum standa beint við.

 

Hoydalar eru ein heilt serstøk perla og seinastu tíðina hava nógv uppskot verið um, hvat gamli studentaskúlin skal brúkast til. Menamálaráðið setir sum treyt, at Hoydalar skulu brúkast til almannagagnlig endamál - og Býráðið sleppur ikki at selja Hoydalar.

 

Og á seinasta býráðsfundi í Havn varð eitt uppskot sett fram um, hvat gamli Studentaskúlin skal brúkast til.

 

Annika Olsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, vísti á, at røddir hava verið frammi um at gera gamla studentaskúlan til íbuðir. Men hon fegnast um, at tað ikki hendi, tí hetta er størsta frílendi í Føroyum og tað eigur at koma almenninginum til góðar. Hennara uppskot er at brúka studentaskúlan til at samla allan kvøldskúlan har. Tað eru útvið 3.000 næmingar í kvøldskúlanum, so hon heldur ikki, at tað verður meiri almannagagnligt enn tað.

 

Tað eru eisini býráðslimir í meirilutanum, sum eisini setti sama uppskot fram. Ein av teimum er Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokk, og formaður í Mentanarnevndini hjá býráðnum. Tað hevur irriterað hann, at skúlin hevur ligið myrkur og hann heldur, at tað er sjálvsagt at brúka hann til kvøldskúla.

 

Gunvør Balle, býráðslimur fyri Tjóðveldi vónar, at skúlin eisini verður settur av til eitthvørt listarligt virksemi fyri at stuðla uppundir ta listarliga virksemi, sum longu er har. Hon heldur, at tað letur seg væl gera at fáa tað at sampakka við, at kvøldskúlin fær studentaskúlan at halda til í.

 

Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, tekur undir við, at hugsað verður um at brúka Hoydalar til listarligt virksemi, men hon væntar, at har verður nógv virksemi av ymsum slagi.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at har er so nógv pláss í Hoydølum, at har verður pláss fyri alskynd virksemi. Annars hevur nógv verið frammi um, at bygningurin er í sera ringum standi, tí hann lekur illa, er fullur í soppi, og stendur at kalla til at rapa. Men Heðin Mortensen sigur, at skúlin er kannaður, allur, sum hann er, og sjálvur hevur hann verið runt í øllum bygninginum saman við einum húsavørði hjá býráðnum.

 

Og bygningurin er verri enn so í so ringum standi, sum sagt hevur verið. Tvørturímóti er hann í so góðum standi, at fyri vítt hevði borið til at flutt inn alt fyri eitt. Bygningurin er heilur og turrur og gamaní krevur hann nakað av ábótum, men tað snýr seg ikki um milliónaupphæddir, sum nógv hava fryktað fyri.