Hava ávarað móti Phoenix

-Vit hava undrast yvir, hvussu nógvir føroyingar hava brúkt hetta felagið, og tí hava vit eisini staðiliga ávarað okkara kundar móti hesum felagnum. Føroyingar hava helst verið ov móttakiligir fyri agressivari marknaðarføring og hava ikki vitað heilt greitt, hvat felagið hevur gjørt við pengarnar sigur Petur Holm, stjóri í Kaupthing Føroyar.

Fíggjarskandala

-Tað er ein skandala, at Phoenix fer á húsagang, og at føroyskar milliónir fara fyri skeyti. Tað er ómetaliga keðiligt fyri føroyskar íleggjarar, sum í góðari trúgv fara inn í nakað, og so bráddliga verður teppið skrykt undan teimum. Hetta sigur stjórin í Kauphting Føroyar, Petur Holm, nú tað er komið fram, at einir 130 føroyingar hava mist einar 100 mill. kr. í týska íleggingarfelagnum Phoenix. Hann vísir á, at tað, sum Phoenix hevur gjørt, er svik og vónar hann, at teir verða revsaðir fyri hetta.

Hann sigur annars, at teir hesi síðstu fýra til fimm árini hava undrast yvir hetta felagið. ?Vit hava møtt teimum alla tíðina á marknaðinum og hava undrast yvir, hvussu agressivt teir hava marknaðarført seg og yvir, hvussu stabil og høg avkast teir hava kunnað bjóðað sínum kundum, og serstakliga í ringum tíðum. Og tað hevur sæð út til, at hetta hava teir klárað. Vit hava eisini undrast yvir, hvussu nógvir føroyingar hava brúkt hetta felagið, og hava vit eisini staðiliga ávarað okkara kundar móti hesum felagnum. Orsøkin til at vit hava ávarað er tann, at kundin ongantíð hevur vitað heilt greitt, hvat felagið hevur gjørt við pengarnar. Teir eru á ein ella annan hátt farnir niður í ein svartan kassa og so er eitt ella annað stabilt avkast komið uppaftur. Men vit hava serstakliga ávarað ímóri kostnaðarstrukturinum hjá felagnum, sum hevur verið ekstremur, og hetta verður eisini váttað í grein í Børsen í dag sigur Petur Holm.

Hann leggur aftrat, at nettupp kostnaðarstruktururijn hevur víst, at her var nakað, sum tú sum íleggjari skuldi ansa væl eftir. Tí tilsamans hava kundarnir goldið upp í 50% av íløgunum í kostnaði og uttan at vita av tí. -Hetta hava vit ávarað ímóti, og tað hevur undrað okkum, at man kortini hevur sett sínar pengar har.

Petur Holm er annars sera harmur um dekningin av málinum í føroysku miðlunum, har tað fyri tað mesta hevur snúð seg um avkast og váða, nevniliga at jú størri avkastið er, tess størri váði er, hevur verið niðurstøðan í viðmerkingunum. -Tað virkar næstan sum, at hevur tú pengarnar á bankabók, so er alt gott, ger tú nakað annað, so kanst tú missa alt. Tað er rætt at avkast og váði ganga hond í hond, men í hesum førinum blandar man tvey ting gott og grundiga saman. Avkast og váði verður settí samband við svik og ódugnaskap. Tað er ein logiskur samanhangur millum avkast og váða, so tað er altíð til steðar, tá tú ger eina íløgu, eisini tá tú ger tað inni á eini bankabók. Fólk kunnu taka ein stóran váða, men um tey vita, hvat tey gera og teirra ráðgevar vita, hvat tey gera, og vita, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, so er í lagi.

Petur Holm sigur víðari, at tey ráða onkuntíð fólki til at taka lutfalsligan stóran váða men bara fyri ein lítlan part av íløguni hjá teimum, meðan restin skal íleggjast fyri ein minni váða. -Men tosar man um svik og ódugnaskap, so kann man ikki verja seg móti tí. Vit kenna hetta eisini aftur frá fleiri føroyskum peningastovnum fyri fleiri árum síðani. Tá mátti landskassin gjalda, soleiðis at føroyskir innskjótarar ikki mistu pengar orsakað av ódugnaskapi. Tá tosaði tú heldur ikki um avkast og váða, men tað var ódugnaskapur.

Petur Holm ivast ikki í, at føroysku íleggjararnir vistu, at her var talan um stóran váða, men teir kundu so ikki verja seg móti sviki, sum talan jú er um.

Vit spurdu hann, um føroyingar eru meira naivir ella hava havt ov ringar ráðgevar, tá tað vísir seg, at tað lutvíst eru fleiri føroyingar, sum hava sett pengar í Phoenix enn aðrir norðurlendingar?

-Tað haldi eg ikki. Men tað kann gott vera, at man hevur verið nokkso móttakiligur yvirfyri eini agressivari marknaðarføring.

-Hvat kunnu vit so læra av hesum?

-Man kann ongantíð tryggja seg fyri, at slíkt kann henda aftur. Tað kann eisini henda seg í stórum føroyskum peningastovnum. Tað vit kunnu læra av hesum er at vita, hvønn tú hevur við at gera. Tað er tað mest umráðandi. Tú kanst ikki læra teg, at tú ikki skal fara eftir stórum avkasti og váða, men tú skal vita, hvønn tú hevur við at gera.

Kaupthing Føroyar er eitt íløgufelag, sum bjóðar kundunum ymsar vørur og sigur fólki, hvat man kann fáa fyri at seta pengar sínar í virðisbrøv, obligattiónir oa. og siga eisini, hvør váðin er. ?Vit hava sæð tey seinastu árini, at íløgur í partabrøv gjøgnum okkara felag kunnu skifta frá at geva avkast frá ?30% upp í +30%. Avkast frá íløgum í lánsbrøv hava svingað frá 2 upp í 10-12%.

-Kann Phoenixmálið hava við sær, at føroyingar fara at aftra seg við at seta pengar í íløgufeløg ol.

-Eg hugsi tað ikki. Tað mest umráðandi er til eina og hvørja tíð at vita, hvønn man hevur við at gera og vita, hvat liggur aftanfyri og soleiðis at man ikki bara sleppur pengunum niður í ein svartan kassa og so fær eitt tal burtur úr aftur.