Havbotnurin skal lýsast

Leygar- og sunnudagin verður Norðurlandahúsið aftur karmur um Fimleikafagnaðin, sum hesaferð hevur til endamáls at lýsa havbotnin

Fimleikur
Fimleikafagnaðurin er annað hvørt ár, og tá eingin kapping var í fjør, so er hon sjálvandi á skránni aftur í ár.
Fyrst og fremst, so er fimleikafagnaðurin størsta einstaka tiltakið, sum Fimleikasambandi skipar fyri, men hartil, so er tað eisini annað, sum ger hesa kappingina serliga í mun til aðrar.

Á botninum
Tað er so við hesi kapping, at heldur enn at kappast í ymsum greinum, so er fimleikafagnaðurin ein kapping, har liðini á bestan hátt skulu royna at lýsa eitt evni, og veðrur hetta gjørt við fimleiki, framførsluni av hesum umframt ljósi og ljóði, og til samans skal hetta geva eina heildarmynd, sum skal lýsa ávísa evnið.
Hartil er dømingin eisini væl øðrvísi, enn hon er til vanligar kappingar. Av teimum átta dómarunum eru fýra valdir úr teir teimum feløgum, sum hava lið við í kappingini, meðan hinir fýra als ikki nýtast at hava nakað sum helst við fimleik at gera. Júst tí talan skal vera um heildarmynd av avrikinum, og ikki einans skal verða konsentrerað kring tað teknsiska í framførslunum.
Evnið í ár ber heitið »á havbotninum«, og so stendur annars frítt upp til feløgini at gera av, hvussu hetta skal lýsast. Luttakandi feløgini eru Flog, Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk, og verða framsýningarnar í Norðurlandahúsinum leygar- og sunnudagin komandi. Endaligi dómurin frá panelinum verður kunngjrødur eftir seinnu sýningina sunnudagin.