Havnar Bio vil ikki hýsa LGBT

LGBT Føroyar og Filmsfestivalur fyri minnilutar mugu flyta úr Havnar Bio

Um vikuskiftið verður Faroe Islands International Minority Film Festival. Hann byrjar fríggjadagin og heldur fram til týsdagin. Filmsfestivalurin vísir filmar, sum snúgva seg um minnilutar av ymiskum slagi, og sýningar skuldu vera í Havnar Bio, Perluni og í Norðurlandahúsinum.

 

Harafturat var ein sýning í Havnar Bio knýtt at skránni fyri Faroe Pride, sum verður týsdagin í næstu viku.

 

Men nú boðar boðar filmsfestivalurin frá, at ongar sýningar verða í Havnar Bio – hvørki í sambandi við Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) ella Faroe Pride.

 

– Havnar Bio hevur boðað okkum frá, at tey vilja steðga øllum samstarvi við FIMFF, tí biografurin vil ikki setast í samband við LGBT Føroyar og tað kvir-tema, sum FIMFF hevur í ár. Hóast ymiskleikar hjá pørtunum høvdu vit funnið fram til samstarv, men eftir at LGBT Føroyar lýsti við einari sýning í Havnar Bio, vil biografurin ikki vera við meira. Hetta harmast vit, sigur FIMFF í einari fráboðan í kvøld.

 

Filmsfestivalurin arbeiðir nú við at flyta tær fimm filmssýningarnar, sum skuldu verða í Havnar Bio, í Perluna, har aðrir filmar á festivalinum verða sýndir.