Havnar Bio: Vit vildu samstarv

– Vit vildu fegin samstarva um minnilutafilmar, men nú varð samstarvið gjørt til nakað heilt annað, sigur eigari av Havnar Bio

Havnar Bio skuldi um vikuskiftið sýna fimm filmar á Faroe Islands International Minority Film Festival, men hetta verður nú av ongum.

 

Orsøkin er, at Havnar Bio hevur slitið samstarvið við filmsfestivalin, tí tey halda, at festivalurin ikki hevur hildið avtalurnar um samstarvið og hevur gjørt Faroe Pride til ein part av tiltakinum.

 

– Vit, sum reka Havnar Bio, og tey, sum skipa fyri filmsfestivalinum, eru ymisk, men vit valdu dialog og samstarv um filmsfestivalin. Vit vildu fegin sýna minnilutafilmar, og filmsfestivalurin kom við fimm filmum, sum allir vóru settir á skrá. Vit gjørdu tó greitt, at tað skuldi snúgva seg um filmar og einki annað, og ta avtaluna halda vit, at filmsfestivalurin hevur brotið, sigur Jógvan Kruse, sum er annar av eigarunum av Havnar Bio.

 

– Vit fingu herfyri ein fyrispurning, um Faroe Pride kundi koma inn í Havnar Bio, men tað vildu vit ikki. Vit halda, at filmur skal vera í fokus í Havnar Bio, og vit vilja halda okkum neutral í sambandi við eitt nú Faroe Pride.

 

– Tá ið LGBT Føroyar so lýsti við Faroe Pride rekkjukoyring inn í Eysturoynna og gjørdu Havnar Bio til part av Faroe Pride, hildu vit, av filmsfestivalurin og LGBT Føroyar ikki virdu samstarvið, sum vit høvdu gjørt. Nú snúði tað seg ikki longur um minnilutafilmar, men um nakað heilt annað, og tað vilja vit ikki vera partur av, sigur Jógvan Kruse.

 

 

 

Les eisini: Havnar Bio vil ikki hýsa LGBT

 

 

 

Hann sigur, at tey høvdu fegin vilja sýnt filmar á filmsfestivalinum fyri minnilutar.

 

– Hetta málið snýr seg um at hava virðing fyri hvørjum øðrum, og tað harmar meg almikið, at vit hava verið noydd at steðga samstarvinum, tí mótparturin ikki virðir tær avtalur, vit høvdu gjørt. Heilt einfalt, so vilja filmsfestivalurin og LGBT Føroyar meira, enn vit eru samd um í ár, og tí steðga vit samstarvinum, sigur Jógvan Kruse.

 

Faroe Islands International Minority Film Festival arbeiðir nú við at flyta tær fimm filmssýningarnar, sum skuldu verða í Havnar Bio, í Perluna, har aðrir filmar á festivalinum verða sýndir.