Veruligt lív er við at koma í Tórshavnar Havn. Sætta stóra ferðafólkaskipið kom í morgun, og fleiri seglbátar úr ymiskum tjóðum liggja longu við bryggju - Í ár verður helst rekord. Tað rokna tey við á Havnarskrivstovuni í Tórshavnar Havn.
Higartil hava 48 ferðafólkaskip boðað frá, at tey stevna inn á Havnina gjøgnum summarið, og tað er meira enn nakrantíð áður.
Í morgun stevndi ferðafólkaskipið Azamara Journey, ið er heimahoyrandi á Malta, inn á Havnina við 603 ferðafólkum. Umborð eru serliga nógvir danir, 150 í tali, og amerikumenn, 170. Hon hevur seinast verið inni í Lerwick í Hetlandi, og steðgar her á vegnum til Akureyrar.
Hetta er tað sætta ferðafólkaskipið, ið kemur á Havnina í ár, og lagt er upp til ein javnan streym av ferðafólkaskipum. Heili 48 skip hava boðað frá, at tey ætla at koma inn á Havnina, og tað er tað mesta nakrantíð.
Seinastu árini hevur talið verið støðugt vaksandi, í 2002 vóru tey 23, í 2004 vóru tey 42 og í 2006 vóru tey 44 skip.
Í morgun lógu eisini tríggir seglbátar í Vágsbotni, úr Finnlandi, Álandi og úr Danmark. Tað er eisini javnan at seglbátar koma inn á Havnina, men á Havnarskrivstovuni vátta tey, at tað er verri at halda skil á, hvussu nógvir teir verða í ár.
Tað er ikki altíð, at teir boða frá í góðari tíð, áðrenn teir koma, so tað er ikki til at vita, hvussu nógvir teir verða.
- Men teir eru nokk eitt sindur færri í ár, enn teir hava verið onnur ár, sigur havnarmeistarin Jónsvein Lamhauge.